NFL heldur enn Premier League

Hjálparvenjarin hjá NSÍ, Eliesar Olsen, raðfestir amerikanskan fótbólt ovast í sjónvarpinum.

Eliesar Olsen, fyrrverandi Skála- og EB/Streyma-venjari, sum nú starvast sum hjálparvenjari hjá NSÍ, er ein av einum vaksandi tali av føroyingum, ið er áhugaður í amerikonskum fótbólti.


Í ítróttinum í Sosialinum í dag er evnið fyri ein stóran part amerikanskur fótbóltur, og her verður eitt nú tosað við ein føroying, ið greiðir frá hvussu 'vanligi' fótbólturin kundi lært av tí amerikanska – eitt nú við lønarlofti o.ø.


Í táttinum “fimm skjótir” er tað Eliesar Olsen, ið fær fimm spurningar, og tað er her hann avdúkar hvønn dyst hann velur, um tveir spennandi – ein í Premier League og ein í NFL – eru á skránni samstundis.


- NFL. Bæði tí at eg dagliga eri aktivur í fótbólti, so er tað deiligt at "kopla" úr við einum NFL- dysti, men eisini tí at man kann hyggja eftir øllum dystum, líka mikið hvør spælir, svarar Eliesar.


Í Sosialinum í dag er drúgv grein um amerikanskan fótbólt, ið snýr seg eitt nú um undirhaldsvirði, lønarloft og útlit fyri hetta kappingarárið. Eisini kunnu lesararnir royna seg í einari spurnarkapping um amerikanskan fótbólt.