Neyvan vandi her

Herfyri spurdi Sosialurin Meinhard Eliassen, sum hev­ur ábyrgdina fyri trygd­ini, tá borað verður við Føroyar, um nakað er at óttast í Føroyum, nú bor­urin aftur verður settur í undirgrundina:
Hann svaraði: – Tað haldi eg ikki. Tá eitt felag fær loyvi at bora brunnar á føroyskum øki skal felagið gera eina fullfíggjaða váða­grei­ning, har allir vand­ar verða viðgjørdir. Í tí sam­bandi skal man tryggja sær, at øll neyðug trygdar­tiltøk eru tøk. Vit mugu hava í huga, at í okkara øki eru brunnar boraðir í meira enn 30 til 40 ár, tá hugsi eg ser­stak­liga um norska og bretska økið. Okkara krøv eru meinlík teimum, sum verða sett í okkara grannalondum. Á tí økinum kenna vit okkum trygg.
–Men ber til at siga, at eingin vandi er til steðar?
– Ein fær meg ikki til at siga, at als einki kann henda. Men vit meta, at okk­ara krøv eins og tað vit vita fyristøðufeløgini gera av forarbeiði tvs. trygd­ar­tiltøk tey seta í verk, eru á so høgum støði, at tað er nøktandi fyri tað trygd­arsstøði, sum vit hava valt í føroyskum øki.