Neyvan sæst sólin

Danska veðurstovan DMI boðar frá támi, mjørka og regni komandi vikuna.

Fleiri brúgvaløg flyta seg komandi dagarnar yvir Føroyar úr suðri og hava regn við sær. Seinni í vikuni væntast eitt hátrýst at stilla veðrið.

 

Sunnudagin verður eitt andøvsgul upp í ein strúk av vindi av eystri og landsynningi, 8 til 13 metrar um sekundið. Skýggjað og támut ella mjørki og regn. Seinnapartin ella tíðliga á kvøldið minkar hann vindin niður í eitt lot til andøvsgul  av landsynningi og suðri, 3 til 8 metrar um sekundið, og tað slítur í. Í kvøld og í nátt verður eitt lot til andøvsgul av suðri og útsynningi, 3 til 8 metrar um sekundið. Yvirhøvur turt, men skýggjað, támut og í støðum mjørki. Hitin alt samdøgrið um 10 stig.

 

Mánadagin verður eitt lot til andøvsgul av suðri og útsynningi, 3 til 8 metrar um sekundið, sum um náttina snarar í ein landsynning. Okkurt æli og sum frá líður samdrigið. Hitin alt samdøgrið millum 9 og 13 stig.

 

Týsdagin verður eitt lot til andøvsgul av landsynningi, 3 til 8 metrar um sekundið, sum øtlast upp í eitt gul til stívt andøvsgul, 5 til 10 metrar um sekundið, og um kvøldið snarar í ein sunnan. Skýggjað og sum frá líður regn. Um náttina eitt lot til andøvsgul av suðri, 3 til 8 metrar um sekundið. Yvirhøvur skýggjað og stundum regn. Hitin alt samdøgrið um 10 stig.

 

Mikudagin verður eitt lot til andøvsgul av landsynningi, seinni av ymsum ættum, 3 til 8 metrar um sekundið, um náttina yvirhøvur av landnyrðingi og eystri. Skýggjað og stundum regn. Hitin alt samdøgrið millum 10 og 13 stig.

 

Hósdagin verður eitt lot til andøvsgul av eystri, 3 til 8 metrar um sekundið, sum um kvøldið snarar í ein sunnan og útsynning og øtlar. Skýggjað og stundum regn. Um náttina veskur hann vindin og tað verður eitt andøvsgul upp í ein strúk av vindi av útsynningi og vestri, 7 til 13 metrar um sekundið, í støðum 11 til 14 metrar um sekundið. Enn nógv skýggj, tó bara okkurt æli. Hitin alt samdøgrið millum 10 og 13 stig.

 

Fríggjadagin makar hann vindin og tað verður eitt lot til andøvsgul av útsynningi og suðri, men seint á degi snarar hann í ein landsynning og eystan, 3 til 8 metrar um sekundið. Yvirhøvur turt, men skýggjað. Hitin alt samdøgrið millum 8 og 13 stig.