Neyvan ráð til eftirskúla í Hvalba á hesum sinni

Jógvan á Lakjuni væntar ikki, at tað fer at bera til at seta pening av á fíggjarlógini til eftirskúla í Hvalba næsta ár

Tað fer neyvan at bera til at seta pening av til eftirskúla í Hvalba á fíggjarlógini fyri næsta ár.
Tað sigur Jógvan á Lakjuni, landsstýrismaður í mentamálum.
Á landsfundinum hjá Fólkaflokkinum leygardagin, boðaði hann frá, at uppskotið, sum herfyri kom fram um at byggja eftirskúla í Hvalba, verður nú tikið upp til politiska viðgerð.
Hann helt, at talan var um eitt sera áhugavert mál og í næstu viku fer hann at leggja málið fyri Landsstýrið.
Tá fer landsstýrið høvið at taka skúlan til viðgerðar.
Men hann vísti samstundis á, at talan er um eitt sera stórt og spennandi mál. Tað er eisini talan um rættiliga nógvan pening, tí skúlin kostar einar 90 milliónir og av teimum skal landið betala helvtina. Somuleiðis skal landið betala ein stóran part av rakstrinum, hvørt ár.
Tí er neyðugt við eini neyvari politiskari viðgerð, áðrenn nøkur avgerð verður tikin, leggur hann afturat.
Av tí sama væntar hann ikki, at tað fer at bera til at seta pening av tíl skúlan á fíggjarlógini fyri 2007, so at farast kann undir skúlan longu næsta ár.
Hinvegin ivast Jògvan á Lakjuni ikki í, at vit hava brúk fyri einum eftirskúla og tí boðaði hann eisini frá, at viðgerðin í landsstýrinum verður positiv