Tað verður neyvan givið loyvi til, at privat felag sleppur at gera tunnil úr
Kambsdali ella Gøtudali yvir ímillum Fjarða - Tað er ikki vanligt, at tunlar, sum ikki avloysa eina ferju, verða fíggjaðir við
brúkaragjaldi.
Tað staðfesti Annika Olsen, landsstýriskvinna í innlendismálum í løgtinginum fyri løtu síðani.
Tað var Kristina Toftegaard Larsen, sum hevur sæti á Løgtingi í hesum døgum fyri
Sjálvstýrisflokkin, sum vildi hava at vita, hvussu frammaliga ein tunnil úr Kambsdali ella Gøtudali,
yvir ímillum Fjarða, er raðfestur í almennu útbyggingarætlanini.
Og hon vildi eisini hava at vita um tað kann hugsast, at eitt privat felag sleppur at gera tunnilin
vissi hann er raðfestur aftarliga í almennu ætlanini.
Annika Olsen sigur, at eftir almennu ætlanini, skulu tvær milliónir setast av til forkanningar á
fíggjarlógini í 2011 og síðani skulu 180 milliónir setast av til at gera tunnilin í 2012-2014.
Aðrir tinglimir ivast stórliga í um henda tíðarætlan fer at halda, sum fíggjarvánirnar nú eru.
Men hon segði, at enn var ikki avgjørt um tunnilin skuldi ganga úr Kambsdali ella Gøtudali.
Víst varð eisini á, at tað er meiri sannlíkt, at hesin tunnilin kemur í kjalarvørrinum á Eysturoyartunlinum, sum ein nátúrlig avleidd verkætlan av tí
Hinvegin vísti Annika Olsen á, at tað er ikki vanligt at hava brúkaragjald í tunlum, sum ikki avloysa eina
ferju og hon vísti eisini á, at brúkaragjøld minka um almennu nyttuna av eini samferðsluútbygging,
so tað eiga vit at sleppa undan sum mest og sjálv er hon ímóti tí.
Aðrir politikarar vístu á, at hetta er ein stórur, prinsipiellur spurningur, sum má fáa nágreiniliga
Viðgerð og tað var Annika Olsen eisini samd í.
Tinglimir undraðist eisini á, at hetta skuldi koma frá Sjálvstýrisflokkinum, sum ikki vildi atkvøða fyri fíggjarlógini og sum hevur mælt frá at gera tunlar fyri at raðfesta tey bleytu virðini ístaðin.