- Ætlanin var at ein slík linja skuldi knýtast til psykiatriska depilin, sigur Tormóður Stóra, sálarlækni, sum sjálvur kundi hugsað sær, at spurningar um t.d. sjálvmorð vórðu beindir til eina slíka sálarkreppulinju.
Ongin ætlan um telefonráðgeving
Tormóður vísir á, at á psykiatriska deplinum eru fólk frammanundan alt samdøgrið 365 dagar um árið, so ikki hevði verið neyðugt at skipa ein nýggjan stovn sum so. Hugsanin var eisini, at starvsfólkini har skuldu fáa serliga venjing í hesum mátanum at ráðgeva. Metast skuldi eisini um, hvussu tímanýtslan var, so starvstímarnir kundu justerast eftir hesum.
Í álitinum til aðalorðaskifti um heildarpsykiatri var semja um, at telefonráðgevingin skuldi skipast. Bill Justinussen, ið tá var landsstýrismaður í heilsumálum, mælti til, at byrjað varð við akutt-tænastuni í 2006 og at 1,7 mill vórðu settar av til endamálið.
Hans Pauli Strøm, landsstýrismaður í heilsumálum, sigur seg onki vita um hesa ítøkiligu ætlanina og væntar ikki, at pengar verða tøkir til uppskotið á komandi fíggjarlóg.
- Heildarpsykiatriin verður sett í verk í stigum, har økis- og sosialpskykiatriin verða raðfest hægst. Beint nú bendir onki á, at pengingur verður tøkur til annað, og eitt ítøkiligt uppskot um telefonráðgeving er ikki við í handlingsætlanini í løtuni, sigur Hans Pauli Strøm.










