Á heysti í 2004 fingu føroysku nótaskipini millum átta og níggju krónur fyri makrel, og seinasta heyst var fiskiskapurin næstan sum eitt ævintýr, tí tá kom prísurin heilt upp ímóti 13 krónum fyri kilo. Nú stendur makreltíðin aftur fyri durum, men fyribils er ikki líkt til, at ævintýrið fer at endurtaka seg hesaferð.
Norðmenn byrjaðu makrelveiðina seinasta vikuskiftið, og har kom tann fyrsta veruligu ábendingin um prísin. Tað vísti seg, at skotskir keyparar komu við teimum bestu boðunum. Eitt skip fekk 6,75 krónur í okkara pengum, og tað var besti prísurin. Tann næstbesti var 5,95 krónur í okkara pengum, og tað boðið var eisini úr Skotlandi.
Tann sera góði makrelprísurin munaði væl hjá teimum føroysku nótaskipunum í fjør, men nú útlitini eru rættiliga nógv øðrvísi í ár, hava skipini valt at bíða við at fara á makrel. Gøtuskipini "Finnur Fríði", "Tróndur í Gøtu" og "Jupiter" eru enn á sild, og "Fagraberg" og "Christian í Grótinum" fiska kongafisk norðuri í sltjóða sjógvi.
Jón Rasmussen, skipari á "Christiani í Grótinum", sigur, at tað eru ymsar metingar um, hvussu makrelpríosurin verður, men at útlit eru til, at hann fer at liggja nakað oman fyri átta krónur.
Ein orsøk til prísfallið er, at japanar keyptu rættiliga nógvan makrel seinastu vertíð, og tað ljóðar, at teir ætla ikki at keypa so nógv í ár. Ein onnur orsøk er, at russar hava hert krøvini til fisk, sum verður innfluttur, men sambært norskum fjølmiðlum verður tað málið kanska loyst fyrsta dagin.