Neyvan nøkur uppsøgn hjá PAM

Flestu hondverkararnir hjá PAM Offshore, sum hava starvast í norskari oljuvinni, eru stutt síðani komnir heim til Føroya í summarfrí. Einir 40 mans, flestu elektrikarar og nakrir sveisarar, hava starvast Egersund, har ein flótandi flaki (ein lektari) júst er gjørdur liðugur og leveraður til Kashagan við Kaspiska Havið.

Eftir at arbeiðið við lektaranum hevði drigið út, eydnaðist at fáa hetta liðugt tann 23. august, so at mennirnir loksins kundu sleppa í summarfrí eftir drúgva arbeiðstíð. Men fleiri líknandi lektarar skulu gerast afturat, og tí er nógv sum talar fyri, at somu menn kunnu halda fram at arbeiða, tá gongd kemur á aftur verksmiðjuna í Egersund, sigur Gunnar Mohr stjóri.

- Nú verða nýggjar ætlanir lagdar, men sum tað sær út, so kemur gongd á aftur í september, sigur hann.

Hann væntar, at allir hondverkararnir varðveita arbeiðið, millum annað tí at teir eru væl umtóktir har yviri.

- Vit royna í øllum førum at fáa so nógvar inn sum møguligt, vissar hann fyri.

Í Norðurnoreg, á Melkoya, har PAM Offshore hevur havt nógvar mans í arbeiði í sambandi við útbyggingina av Snøhvit-leiðini, eru bert 4 mans eftir. Tann verkætlanin er nærum liðug, installatiónin er tikin í brúk, og tí verður avmannað haðani.