Neyvan nøkur konsert á Sandinum í dag

Roknað verður ikki við, at nøkur konsert verður á stóra pallinum G! Festivalinum í dag. Fyriskipari vónar, at pallurin kann takast brúk í morgin. Illveðrið á G! Festivalinum í gjár hevði við sær, at stóri pallurin á Sandinum varð mest sum avmonteraður. Útgerð varð tikin av pallinum, og pallurin varð lækkaður nakað.

 

- Fyribils rokna vit ikki við, at nøkur konsert verður á Sandinum í dag. Undirlagið undir pallinum skal gerast tryggari, og pallurin skal standa beinari, áðrenn vit kunnu fáa pallin uppaftur, sigur Jón Tyril, fyriskipari av G!

 

- Í staðin royna vit at flyta bólkar og gera eina nýggja skrá fyri Spæliplássið, og ljóðanleggið har verður upgraderað í dag, sigur Jón Tyril.

 

Hann vónar, at konsertir kunnu verða á Sandinum leygardagin.