Ólavur í Beiti
Í 8 spurningum vil Jenis av Rana hava at vita frá løgmanni um handilssáttmálan við PLO. Jenis av Rana spyr, um til ber hjá løgtingsmonnum at fáa innlit í samskiftið, sum hevur verið millum Føroya Landsstýri og PLO? Hvørjar metingar gjørdi landsstýrið sær, áðrenn fyrsta stigið varð tikið til at knýta samband við PLO? Hvussu metir Føroya Landsstýri sokallaða PLO statin statsrættarliga? Hvussu umfatandi er samstarv Føroya við PLO vorðið, og hvørjar ætlanir fyriliggja ?
Og Jenis av Rana vil eisini hava at vita, um Føroya Landsstýrið hevur knýtt ella roynt at knýtt samband við onnur ódemokratisk stýri lík PLO? Hevur Føroya Landsstýri ætlanir um handilssambond við onnur illgrunaverd stýri ( t.d. Milosevic o.o )? Nær svaraði Ísrael áheitan landsstýrisins - áðrenn ella aftaná at samband var knýtt millum Føroyar og PLO? Hvør var grundgeving ísraelsmanna fyri manglandi áhuga fyri samvinnu við Føroya Landsstýri?
Svar Ísraels
Í viðmerkingunum til spurningarnar, sigur Jenis av Rana, at undir viðgerðini av uttanlandsfrágreiðing løgmans fyrr í vár varð Løgtingið munnliga kunnað um royndir, sum landsstýrið hevði gjørt at fáa í lag handilssáttmálar við ávís onnur lond. Fram kom tá, at m.a. Ísrael og PLO vóru spurd um møguliga áhuga teirra fyri sáttmála, at Ísrael ongan áhuga hevði, meðan PLO fegin vildi hava slíkan.
? Neyvan er tað gerandiskostur hjá Arafat og hansara líkum at fáa slíka áheitan, so áhugi teirra er skiljandi, meðan nærri upplýsingar um svar Ísrael - sum jú longu í nógv ár á bygda- og býráðsstøði hevur havt vinabýarsamstarv við Føroyar - eru ynskiligar.
? Ikki skuldi verið neyðugt at mint landsstýrið á, at vit her viðgera tvær diametralt mótsattar fatanir av mannarættindum, tí meðan Ísrael er millum heimsins fremstu demokratisku tjóðir, so er PLO jú, saman við øllum grannum Íraels, á odda ímóti sjálvt mest eyðsýndu og vanligastu mannarættindum, sigur Jenis av Rana í viðmerkingunum.