Tey, sum undirvísa verkfrøðilesandi á teimum lærdu háskúlunum í Danmark, vilja vera við, at tey, sum byrja upp á útbúgvingina, eru ikki so byrg innan náttúrufakini, sum tey lesandi vóru fyrr. Í einari spurnarkanning søgdu undirvísararnir, at førleikastøðið er lækkað munandi tey seinastu fimm árini.
Fleiri føroyingar lesa verkfrøði í Danmark, men tað eru neyvan teir, sum draga førleikastøðið niður. Tað heldur rektarin í Hoydølum í hvussu er ikki.
-Eg dugi sjálvandi ikki at siga, hvussu førleikin er á universitetum og øðrum lærdum háskúlum, men kann bert úttala meg um, hvussu støðan er her á skúlanum, og heru er støðið og førleikarnir ikki nógv broyttir, sigur Herleif Hammer við in.fo.
Rektarin í Hoydølum sigur, at tey seinastu árrini hava fleiri næmingar, umleið seks av hvørjum tíggju, valt støddfrøðiligu deild, har munandi meiri er av náttúrulærugreinunum.
-Tann nýggja skipanin, sum kom á gildi í fjør, hevur minkað munandi um mállærugreinarnar og vaksið um tær náttúrufrøðiligu, sigur Herleif Hammer og leggur afturat, at í teirri nýggju skipanini er býtið millum hugbreyt og náttúrubreyt eitt sindur javnari, enn tað var frammanundan.