Milic Curcic, Rodrigo Silva, Joe Zewe, Emil N. Leifsson, Harley Bertholdsen, Bjarni Jørgensen og Rógvi Jacobsen. Frágongdin hevur verið stór í KÍ seinastu mánaðirnar, men sum støðan er í løtuni er ikki líkt til, at hópurin fær nýggja tilgongd. Tað sigur Fríðin Ziskason, nevndarformaður í Sp/f KÍ, við heimasíðuni hjá Bláu Bylgjuni.
- Vit byggja liðið rundan um lokalar leikarar og sjálvandi við eitt sindur av rutinu. Vit vilja gera hópin betri enn í 2008, tá úrslitini ikki vóru nøktandi. Eg veit ikki, um broytingar verða í hópinum afturat áðrenn kappingarbyrjan ? tað er møguligt. Men vit hava nú tann hópin, sum vit ynskjja og vilja hava, sigur Fríði Ziskason við blaabylgjan.com, og greiðir frá, at felagið má taka fíggjarligt skynsemi.
Ungi Erland B. Danielsen av Skála hevur verið einasta tilgongdin í Klaksvík í vetur.