Neyvan al-Qaeda

Egyptiskir eygleiðarar halda ikki, at tað var al-Qaeda, sum sprongdi bumburnar í Sharm el-Sheikh leygarnáttina.

Yvirgangur

Síðani leygarnáttina hava væl mannað egyptisk løgreglulið leitað eftir monnunum, sum skipaðu fyri teirri blóðugu atsóknini at frítíðarstaðnum Sharm el-Sheilk, har minst 86 fólk lótu lív.

Í gjár kunngjørdi løgreglan, at hon leitaði eftir fimm pakistonskum ríkisborgarum, sum vóru í Egyptalandi, men sum eingin hevur borið eyga við síðani atsóknina. Frammanundan hevur løgreglan sagt, at atsóknin var sera væl fyrireikað. Eitt nú høvdu bumbumenninir tikið øll eyðkenni av motorunum í bilunum, sum teir brúktu til atsóknina, og tí veit løgreglan ikki, hvør átti bilarnar.

Egyptisku myndugleikarnir kunngjørdu um vikuskiftið, at ein felagsskapur, sum hevur tilknýti til al-Qaeda, hevði átikið sær ábyrgdina av atsóknini at Sharm el-Sheikh, sum er eitt sera væl umtókt frítíðarstað hjá útlendingum.

Men egyptiskir eygleiðarar ivast í, at hetta er so. Teir halda, at tað mundu heldur vera egyptiskir mótmælismenn, sum sprongdu bumburnar, og at endamálið við atsókini er at órógva stýrið hjá Hosni Mubarak, forseta. Forsetaval verður í Egyptalandi í næstum, og fyri fyrstu ferð sleppa fleiri valevni at stilla upp. Kortini hava myndugleikarnir strikað fleiri valevni, og tað hevur elvt til misnøgd, skrivar Reuters. Egyptisku eygleiðarar siga, at tað er ikki óhugsandi, at tað vóru víðgongdar andstøðukreftir, sum sprongdu bumburnar í Sharm el-Sheikh,.

Nógvir hundrað norðurlendingar hildu frí í Sharm el-Sheikh, tá bumburnar brustu, og nakrir teirra fingu skaða. Tey flestu, sum doyðu, vóru egyptar, men atsóknin kostaði eisini ferðafólkum úr Turkalandi, Bretlandi, Italia, Kekkia, Russlandi, Niðurlondum, Ísrael og Ukraina lívið, skrivar Reuters.