Neytini koma í kvøld

Seinnapartin leygardagin var høvið hjá almenninginum at vitja nýggja fjósið í Havnardali. Hetta er eitt fjós, sum fýra bøndur hava tikið stig til við íognarfelagnum »Sandá«.

Fjósið er 2000 fermetrar til støddar og hevur pláss fyri 180 neytum, og er útgjørt so mikið væl og djóravinarligt, at tað má teljast millum tey allar fremstu fjósini í Norðurlondum.

Innanveggja er alt gjørt fyri at umstøðurnar hjá neytunum verða so líkar náttúruni sum gjørligt. Ein partur av hesum er at lata neytini ganga á gummimáttum og at hava liggibásar við bleytum undirlagi, eins og bøurin uttanfyri.

Neytini standa enn í ymiskum fjósum, men í kvøld verða tey flutt til tær nýggju og sera modernaðu umstøðurnar í Havnardali. Og í morgin byrjar so framleiðslan av mjólk.


Í einum komandi blaði verður greitt nærri frá fjósinum og teim møguleikum tað fer at geva fyri føroyskan landbúnað.