Hetta er nýtt slag av kapping, har tarvur verður girdur inn, og økið luta sundir í smærri øki, ið fólk kunnu keypa sær. Hepni vinnarin er tann, ið »eigur« øki, har fyrsti neytalorturin fellur.
Kappingin hjá fuglfirðingum var í illveðrinum leygardagin, men koritni komu eini 200 fólk, og tiltakið eydnaðist væl, sigur Øssur Mohr, sum er nevndarlimur í svimjifelagnum.
? Inn komu 42.000 krónur, sum m. a. verða brúktar til venjarar, sigur Øssur Mohr. Felagið hevur júst sett nýggjan venjara og tveir hjálparvenjarar.
Hepni vinnarin av tarvinum var Tórleif Justinussen í Gøtu
Fuglafjarðar Svimjifelag hevur 25 ár á baki tann 11. november í ár.
Um vikuskiftið skipa fuglfirðingar annars fyri svimjstevnu, har m. a. luttakarar verða úr Klaksvík, úr Gøtu, av Toftum, úr Vági og av Tvøroyri.
el