Nú fríggjadagin fáa sandoyingar og onnur áhugaði høvi at uppliva eitt heldur øðrvísi tiltak. Fótbóltsfelagið B71 skipar fyri einum tiltaki, ið teir kallað neytalortakapping.
Økta virksemi í frítíðarfeløgunum kring landið krevur, at fleir pengar skulu í kassan. Hetta krevur so aftur økta arbeiðsorku hjá teimum, ið standa frammi. Tíðum má høvdið leggjast í blot fyri at røkka ásettum pengaupphæddum á fíggjarætlanum.
B71 er eitt av teimum minnu fótbóltsfeløgunum her á landi, men hevur í mong ár talst millum tey fremstu. Fyri at verða við millum tey fremstu krevst nógv av felagnum ikki minst peningaliga. Í vikuskiftinum skipar áhugafelagið hjá B71 fyri einum B71 vikuskiftið við nógvum ymiskum á skránni allar vikuskiftisdagarnar. Fríggjadagin kl. 17.00 skal neytalortur fyri fyrstu ferð skal tryggja B71 pengar í kassan. Ein tarvur verður sleptur inn á eitt 400 fermetrar stórt øki niðri á Sand. Økið er býtt í 400 puntar, (hvør puntur 1 fermetur) ið eru seldir sum lutaseðlar. Ein lutaseðil kostar 100 kr. Nú í vikuni hava og fara fólk at selja hesar 400 lutaseðlarnar. Vinningurin er tarvurin. Og vinnarin er hann, ið taruvrin vísir miskunsemi við at skíta í tann punt, viðkomandi hevur ognað sær fyri ein 100 krónuseðil. Við øðrum orðum - fyrsti lorturin frá tarvinum útloysir vinningin.
So er bert eftir at vóna fyri fyrireikararnar, at tarvurin ikki fær ein ferðil av rennikatrinu og skítur all over the place_. Tá má helst ein ?lortadómari? koma upp í leikin. Livst so spyrst!!th;uni við tað drúgva fyrireikingarbeiðið, sum er gjørt undan fyrstu loyvisgevningini. Hann vísti á, at tað frá almennari síðu eru gjørdar nógvar fyrireikingar til oljuleiting, ikki bara í Oljumálastýrinum og Jarðfrøðisavninum, men í umsitingini sum heild. Her kann serliga verða nevnt arbeiðið, sum í løtuni verður gjørt í sambandi við tilbúgvingarætlanina. Talan er um eina rættiliga fjølbroytta verkætlan, ið flestu aðalstýrini onkursvegna eru uppí, t.d. verður ætlanin fyriskipað av Vinnumálastýrinum, Fiskimálastýrið hevur ábyrgdina av tilbúgvingini til havs, Almanna- og heilsumálastýrið av m.a. sjúkrahústilbúgvingini, Løgmansskrivstovan av møguligum lógarbroytingum og millumlandaviðurskiftum, meðan Oljumálastýrið hevur ábyrgdina av tí partinum, sum beinleiðis hevur við frálandsvirksemið at gera. Sum heild gongur hetta arbeiðið væl, men talan er um eina stóra uppgávu, sum krevur gott samstarvsstev millum allar teir luttakandi partarnar segði landsstýrismaðurin.
Áðrenn uppskotið um fyrsta útbjóðingarumfarið varð latið løgtinginum seinasta heyst helt landsstýrismaðurin ein fund við reiðara- og manningarfeløgini, har greitt var frá útboðsøki og væntaðum virksemi. -Tað er sera umráðandi, at vit allatíðina kunna um oljuvirksemið, soleiðis at fiskivinnan og oljuvinnan kunnu samstarva so skynsamt sum møguligt. Ætlanin er tí seinni í heyst at skipa fyri líknandi fundi, har greitt verður frá, hvørjar avleiðingar oljuleitingin, t.e. bæði leitiboringar og seismikkur, kann hava fyri fiskiskap á leiðunum, har leitað verður. Møguliga eigur eitt fast samstarvsforum at verða skipað. Sambært kolvetnislógini skal ein endurgjalds- og skaðabótanevnd setast við umboðum fyri fiskivinnufeløgini og loyvishavarar til oljuleiting. Oljumálastýrið fer at taka stig til, at henda nevndin verður mannað skjótast møguligt.
Sambært kolvetnislógini skal landsstýrismaðurin annaðhvørt ár lata løgtinginum eina frágreiðing, ið skal vera grundarlag undir einum oljupolitiskum orðaskifti á løgtingi. Tá útbjóðingarlógin varð løgd fyri løgtingið í fjør, nevndi Eyðun Elttør, at hon kom ístaðin fyri frágreiðingina, sum av røttum átti at verið løgd fram fyrstu ferð í 1999. Samstundis varð nevnt, at ætlanin var at lata løgtinginum eina frágreiðing, tá leitingarloyvini eru latin. Miðað verður eftir at gera eina frágreiðing, sum kann fevna eitt sindur breiðari enn bara um sjálva loyvisveitingina. Ætlanin er at greiða frá tí sum longu er hent á oljuøkinum, t.d. umhvørviskanningum, granskingarætlanum, útbúgvingum, vinnumenning o.s.fr. Í øðrum londum verður ætlað um ókendu kolvetnisnøgdirnar ? t.e. nøgdir, ið ikki eru staðfestar við boringum ? men nøgdir, sum mettar verða at fjala seg í undirgrundini. Slíkar metingar hava vit higartil ikki gjørt í Føroyum, m.a. tí torført er at ætla um hesi viðurskifti á basaltøkjunum. Frágreiðingin í heyst fer at geva eitt boð uppá, hvørjar kolvetnisnøgdir talan kann vera um í pørtum av føroyska økinum.