Summarstevnurnar skapa hugna og vekja serligar kenslur í fólki. Men tær eru eisini í fleiri førum fíggjarliga grundarlagið undir teimum feløgum, sum skipa fyri teimum.
Sundalagsstevnan verður í ár hildin í Hvalvík, og er tað Hvalvíkar Sóknar Róðrarfelag, sum skipar fyri sjálvari stevnuni.
Tað skilst á Marjuni Fríðálvsdóttir, sum er formaður i Róðrarfelagnum, at tiltøkini, sum skipað verður fyri, eisini í rímiliga stóran mun eru slík, sum væntandi skulu geva inntøku til felagið.
Høvuðstiltakið á Sundalagsstevnuni er FM kappróðurin, ið sum vanligt verður leygardagin klokkan 15.00.
Men so eru tað onnur tiltøk, sum stevnubingo, dansur, tivoli og neytalortakapping, ið beinleiðis eru ætlað at geva inntøku til felagið, sum mynda stevnuskránna.
Men eisini mentanartiltøk, kirkjugongd og sunnudagsskúli eru við í almennu skránni fyri Sundalagsstevnuna.
Hølisviðurskiftitni í so lítlari bygd sum Hvalvík avmarkað av sær sjálvum tiltøkini, sum havast kunnu, sigur Marjun Fríðálvsdóttir, formaður í HSR, sum róðarafelagið verður nevnt.
Almenna srtevnuskráin byrjar hóskvøldið við stórum stevnubingo í Hvalvík, og heldur so fram til út á sunnudagin.
Róðrarfelagið hevur fingið til vega eitt sórt stevnutjald, sum verður sett upp í skúlagarðinum, og har verða so tiltøk sum dansur og annað undirhald, sigur Marjun Fríðálvsdóttir.
Fríggjakvøldið verða tiltøkini meira beinleiðis ætlað teimum ungu, sigur hon. Leygarkvøldið sleppa børnini upp í part, tá Trøllapætur kemur at vitja. Og seinni fara Tvøramenn at spæla til dans fyri tí tilkomna ættarliðnum, sigur hon.
Leygardagin verður eitt umfar í Grand Prix renningini fyri bæði vaksin og børn runnið í Hvalvík
Hóast sjálvur fótbóltsvøllurin er liðugur, verður eingin fótbóltur í Streymnesi kortini. Stevnudystirnir, har undir landskappingardystir hjá EB-Streymi, verða tí eisini á Sundalagsstevnuni leiktir norðuri á Eiði.
Seinnapartin sunnudagin verður kappsigling við seglum á Hvalvíkini. Bátarnir, sum luttaka, møta í bátahylinum klokkan 15.00, sigur formaðurin í HSR.
Klokkan 16.00 sunnudagin verður byrjað við ponyríðing og tivoli í skúlagarðinum.
Tá verður eisini sangløta á skúlaloftinum, har skúlabørnini fara at føra fram ymiskt, tey hava vant, bæði við sangi og tónleiki.
Til skemtunar verður eisini skipað fyri togtogan millum streymnesmenn og hvalvíkingar. Togast verður tvørtur um ánna niðanvert brúnna við skúlan. Og ætlandi skal haldast á, til annar parturin er farin í ánna.
Sunnudagin verður eisini tann afturvendandi neytalotakappingin, sum plagar at vera á Sundalagsstevnu í Hvalvík.
Sundalagsstevnan verður sett í leygardagin klokkan 14.00 av Heidi Petersen, løgtingskvinnu í Norðurstreymoy. Beint aftan á verður so FM kappróðurin.
Klokkan 23.00 um kvøldið fara fólk aftur at savnast til felagssang, kórsang, midnáttarrøðu og fýrverk. Á hesi midnáttarsamkomuni fer Sundalagskórið at syngja, og Heðin Zachariasen, borgarstjóri og løgtingsmaður, fer at halda midnáttarrøðuna.
Sunnudagn á middegi verður guðstænasta í Hvalvíkar Kirkju, har Inga Poulsen Dam, prestur, fer at prædika. Klokkan hálvgum trý verður sunnudagsskúli á vanligum stað, siga tey, sum skipa fyri Sundalagsstevnuni í ár.









