Trý fólk fingu snuddir, tá ið ein stórur flokkur av neytum bleiv uppøstur av einum hundi.
ORF Karnten skrivar, at ein italskur ferðamaður hevði hund hjá sær á fjallatúri í Garnitzenalm í eysturríksku Alpunum. Hundurin fór at goyggja, og tað loypti kvøkk á tey umleið fimmti neytini, sum fór til stroks.
Italiumaðurin varð rendur um koll, og síðani helt neytaflokkurin fram og trampaði ein eldri donsk hjún niður.
Tey skaddu fólkini vórðu flutt á sjúkrahús við tyrlu. Donsku hjúnuni vórðu útskrivað í morgun, meðan italumaðurin má liggja á sjúkrahúsi nakrar dagar afturat, skrivar ORF Karnten.