- Yvirfriðingarnevndin hevur góðkent nýbygdu neystini við bátahylin í Leirvík umframt verkætlanina um bátahylin á Toftanesi, fjørutrappuna, framtíðar neystabygging og felagsøki við bátahylin á Toftanesi.
Tað veit Eysturkommuna at siga í dag.
Náttúrufriðingarnevndin fyri Eysturoyar sýslu tók upprunaliga avgerð tann 23. september 2013 um ikki at góðkenna byggingina av neystunum, ið tá stóðu liðugt bygd.
- Eftir drúgva viðgerð kom vend í málið, og nú hevur Yvirfriðingarnevndin góðkent byggingina umframt framtíðarætlanirnar hjá Eysturkommunu við økinum.
Sambært heimasíðuni hjá Eysturkommunu grundgevir Yvirfriðingarnevndin við, at verkætlanin, sum verður gjøgnumførd í einum tætt bygdum øki, ikki er mett at hava negativa ávirkan á umhvørvi, ella at verða til týðandi ampa fyri almenna útsýnið.
Víst verður í hesum sambandi til Náttúrufriðingarlógina § 2, stk. 2, nr. 1, jf. stk. 5.
Eysturkommuna vísir á, at myndir av framtíðarætlanini hjá Eysturkommunu við økinum síggjast á heimasiðuni hjá kommununi. |