Neyst gerast í Vestmanna

Vestmanna Kommuna lýsti herfyri við ætlan um, at gera neyst við bátahylin Inni á Fjørð.

Prísurin verður umleið 125.000 kr fyri hvørt neyst, skrivar Vestmanna kommuna.

Tá eru veggir og gólv stoypt, skotrenna gjørd millum neystini, rennustokkar uppsettir, tak lagt á og skjøldrar ísettir. Fronturin er ikki við í prísinum.

Afturat hesum verður vatn lagt til neystini, rør til avvatning og takvatn lagt, og felags reinsiverk uppsett.

Leigugjaldið er í løtuni 20 krónur fyri fermeturin árliga, skrivar Vestmanna kommuna.

##med2##