Neymar trupuleikar við skattamyndugleikunum

Brasilsku skattamyndugleikarnir hava lagt hald á fleiri ognir hjá Neymar

Brasilsku skattamyndugleikarnir hava lagt hald á ognir hjá brasilsku fótbóltsstjørnuni, Neymar og familju hansara fyri eitt virði, sum svarar til 320 miljónir krónur í okkara peningi. 

 

Hetta hendir í kjalavørrinum av, at brasilsku skattamyndugleikarnir ákæra Neymar fyri at hava framt skattaundandrátt í Brasilia í 2011, 2012, og í 2013. Hetta hava brasilsku skattamyndugleikarnir kunngjørt í dag.

 

Sagt verður eisini, at ikki alt ruggar rætt í samband við skiftið hjá Neymar frá brasilska felagnum Santos til FC Barcelona á sumri í 2013. Brasilska skattamyndugleikarnir tvíhalda, at Neymar hevur framt ein skattaundandrátt, sum svarar til umleið 51 miljónir krónur í okkara peningi. Tí hava brasilsku skattamyndugleikarnir lagt hald á fleiri ognir hjá Neymar. Eisini ognir í Barcelona, har samstarv er gjørt við lokalu skattamyndugleikarnir um hetta málið.