Neymar neyvan við fyrsta dystin

Alt bendir á, at Neymar ikki verður við í fyrsta dystinum hjá Barcelona, tá spanska kappingin byrjar aftur í dag.

Alt bendir á, at Neymar ikki verður við í fyrsta dystinum hjá Barcelona, tá spanska kappingin byrjar aftur í dag.

 

22 ára gamli  Neymar skoraði tvey mál í 6-0 sigrinum móti meksikanska liðnum, Leon mánadagin. Men minni enn eina viku eftir at vera sagdur frískur frá skaðanum, hann fekk undir HM, varð Neymar skaddur undir venjing.

 

Hann hevur fingið staðfest ein skaða, og nær hann verður klárur aftur veldst um viðgerðina, sigur Barcelona í einari frágreiðing.

 

Barcelona byrjar kappingarárið við nýggjum venjara. Teir hava skift nógv út í hópinum eftir eitt kappingarár uttan nakað steyp fyri fyrstu ferð í seks ár.

 

Teir hava goldið 700 milliónir krónur fyri Luis Suarez, tó at Barcelona sigur, at prísurin var nærri 600 milliónum, meðan verjuleikarin, Thomas Vermaelen, var keyptur fyri 130 milliónir krónur.

 

Hartil hava teir keypt málverjararnar, Claudio Bravo og Marc-Andre ter Stegen, verjuleikaran Jeremy Mathieu og miðvallarleikaran, Ivan Rakitic.