Neymar kundi fíggjað føroyska heilsuverkið

Vit hava sett methøga prísin fyri Neymar í føroyskt høpi

Síðstu smálutirnir eru ikki komnar upp á pláss, men alt týðir upp á, at brasilski framherjin Neymar, ið seinastu árini hevur spælt í spanska stórfelagnum Barcelona, nú skiftir til franska høvuðsstaðarfelagið PSG fyri 1,65 milliardir danskar krónur.


Prísurin, ið er nýtt met fyri ein leikara, hevur vakt ans um allan heim, og í Miðlahúsinum hava vit sett kostnaðin fyri heimsins dýrasta spælara í føroyskt høpi.


Fyri sama prís sum PSG ynskir at keypa Neymar fyri ber til at fíggja tvær av størstu byggiverkætlanunum í føroyskari søgu. Eysturoyartunnilin verður mettur at kosta 1,16 milliardir krónur og Marknagilsdepilin verður við innbúgv mettur at kosta 515 milliónir krónur. Samanlagt gevur tað ein prís á 1,675 milliardir krónur, ið er einans smáar 25 milliónir krónur dýrari enn Neymar.


Um hugt verður eftir Viðareiðistunlinum, ið er nýggjastu tunnil í Føroyum og kostaði 162 milliónir krónur, so hevði landið kunna bygt tíggju tunlar fyri tað, ið PSG hevur bjóðað fyri Neymar.


Ein onnur verkætlan, ið skiftandi samgongur hava havt trupulleikar við at finna fígging til, er nýtt Havrannsóknarskip. Við einum mettum kostnaði á 286 milliónir krónur er talan um nógvan pening í føroyskum høpi. Tað fánar tó í mun til prísin fyri Neymar, ið PSG eru klárir at gjalda 5,7 ferðirnar so nógv fyri.


Um hugt verður í fíggjarlógina fyri 2017 sæst, at Fíggjarmálaráðið nokk við gleði hevði tikið móti peninginum fyri søluni av Neymar. Tveir av tyngstu útreiðslupostunum á fíggjarlógini eru heilsu- og almannamál, ið ávikavist kosta 1.013.783 krónur og 1.457.239 krónur.


Um man fer inn á gólvið hjá Reyni Service ber til at keypa ein Lexus RX450h Luxury fyri 1.048.850 krónur. Fyri tann prísin kundi PSG keypt 1.573 Lexus RX450h Luxury frá bilasøluni.


Tað vakti ans fyrr í vikuni, tá seinasti roknskapurin hjá Varðanum Pelagic vísti, at virkið hevði eitt virði á 1,12 milliardir krónur. Hóast tað er nógvur peningur, so er tað áleið hálv milliard minni enn virðið á Neymar.