27 ára gamli brasilska fótbóltsstjørnan Neymar er ákærdur fyri at hava neyðtikið eina kvinnu í París.
Tað skrivar brasilski miðilin Globo. Miðilin hevur fingið innlit í ákærurnar ímóti áleyparanum, sum er meldaður í brasilska stórbýnum São Paulo.
Neymar skal sum sagt verður frá hava lagt á kvinnuna í fyllskapi á luksusgistingarhúsinum í franska høvuðsstaðnum.
Fótbóltsspælarin hevur enn ikki viðmerkt ákæruna. Umboðsfólk hansara siga, at bíða verður eftir smálutum í ákæruni.
Pápi Neymar, Neymar Seniro, hevur tó úttalað við ein lokala miðil í São Paulo.
– Um ikki vit finna sannleikin skjótt, so kunnu vit missa tamarhalda á støðuni, sigur hann.
Hann leggur afturat, at tey eru klár til at leggja fram samskiftið millum Neymar og kvinnuna, tá »eingin ivi er um, at hetta var ein fella«.
Sambært løgreglufrágreiðingini hevur kvinnan sagt, at hon kom í samband við Neymar gjøgnum sosiala miðilin Instagram. Her skal hann hava skotið upp, at tey hittast í París, har hann spælir við stórfelagnum Paris Saint Germain.
Ein hjálparmaður hjá fótbóltsstjørnuni keypti flogferðaseðilin til kvinnuna. 15. mai tjekkaði hon inn á Hotel Sofitel Paris nærindis triumboganum.
Neymar kom eftir øllum at døma rúsaður á hotelkamarið.
– Meðan tey eru saman verður Neymar ágangandi, og við harðskapi tvingar hann seg til samlegu uttan kvinnurnar samtykki, stendur í løgreglufrágreiðingini.
Kvinnan, sum eisini er úr Brasilia, vendir tveir dagar seinni heimaftur til Brasilia uttan at hava sett seg í samband við fronsku løgregluna um tað, sum hon vil vera við, var ein neyðtøka. Hon var eftir øllum at døma »kensluliga skelkað og bangin fyri at melda brotsverkið í einum fremmandum landi«, stendur í frágreiðingini.
Neymar er í løtuni í Brasilia, har hann venur við brasilska landsliðinum undan Copa America.
Seinastu mánaðirnar hevur hann verið miðdepil í nógvum stríðum um vánaligan aga og fyri at fara um mørk.
Fyrst í mai varð hann útlokaður frá trimum dystum fyri Paris. Tað var tí, at hann sló ein fjeppara, eftir at liðið tapti ímóti Rennes í fronsku steypakappingini.
Hann hevur eisini verið partur av klandri og slagsmáli í skiftingarrúminum við nakrar liðfelagar.
Felagið hjá Neymar, Paris Saint Germand, hevur ikki viðmerkt ákæruna.
/ritzau/Reuters