Neymar er úti av HM

(HM 2014) Stóra stjørnan á liðnum hjá Brasil hevur spælt sín seinasta dyst undir HM endaspælinum í Brasil.

Brasil vann í gjárkvøldið 2-1 móti grannalandinum úr Kolumbia. Brasil leikti seg harvið í hálvfinaluna, sum teir skulu spæla móti Týsklandi týskvøldið.

 

Móti endanum av dystinum í gjárkvøldið fór stóra stjørnan á liðnum hjá Brasil, Neymar, av vøllinum við børu. Í dag er staðfest at Neymar er so mikið illa skaddur, at hann ikki spælir aftur undir HM endaspælinum í Brasil.

 

Tað verður mett at Neymar er úti í ein mánað við einum ryggskaða. Skaðan fekk hann, tá 88 minuttir vóru leiktir av dystinum. Tá fekk hann ein harðan stoyt í ryggin frá verjuleikaranum hjá Kolumbia, Juan Zuniga.

 

Afturat Neymar, er tað eisini dyggur smeitur fyri Brasil, at liðskiparin Thiago Silva, er leikbannaður til hálvfinaluna móti Týsklandi týskvøldið.