Brasilianski Neymar hevur leingi verið samanborin við tiltikna Pelé. Men ta samanberingina brýggjar fyrrverandi stórspælarin seg ikki nakað serligt um. Hann metir enntá ikki Neymar sum eitt serligt talent.
Á landsliðnum er hann ein púra vanligur spælari, sigur Pelé við O Estado de Sao Paolo.
Hann hevur eina øgiliga ábyrgd, men tað, hann hugsar mest um, eru klæðini og hársniðið, sigur Pelé.
Hvørja ferð Brasil spælir á útivølli, stendur hann seg illa. Øll halda, at hann er svarið upp á allar okkara trupulleikar, men Neymar er als ikki til reiðar at hava ta ábyrgdina.
Neymar hevur í fleiri ár verður settur í samband við eina flyting til spanskan fótbólt, har Barcelona eftir øllum at døma hevur gjørt eina forhondsavtalu við Santos um áleyparan.








