Stóra stjørnan á liðnum hjá Brasil, Neymar, hugsar ikki serliga nógv, tá hann dribblar á einum fótbóltsvølli.
Tað hava granskarar í Japan roknað seg fram til. Teir hava samanborið Neymar við fleiri amatør leikarar og úrslitið er, at Neymar brúkar nógv minni av heilanum til at dribbla framvið mótstøðuleikarum enn amatørar.
Elichi Nato, ið er ein av granskarunum greiðir frá, at tað er ein stórur fyrimunur hjá fótbóltsspælarum, tá teir hugsa minni um tað, teir gera á vøllinum.
- - Minni trýst á heilanum undir einum fótbóltsdysti ger tað, at tú kanst útføra nógv fleiri rørslur uppá somu tíð. Vit meta, at tað er tí at Neymar er so framúr góður til at dribbla framvið mótstøðuleikarunum.
Granskararnir halda, at teir kundu fingið somu úrslit, um teir gjørdu eina kanning av Cristiano Ronaldo og Lionel Messi tildømis.
Granskingin av dribblingunum hjá Neymar varð gjørd í februar, tá Barcelona leikarin og fleiri amatør leikarar vóru kannaðir.










