Neymar aftur skaddur

Í komandi viku byrjar Champions League, men tað verður uttan Neymar

Í komandi viku byrjar endaspælið í Champions League, har Paris Saint Germain skal spæla móti FC Barcelona. Fraklendingarnir verða tó uttan stóra stjørnuspælaran, Neymar, tí hann er aftur skaddur.

PSG spældi í gjár steypadyst móti Caen. Nýríka høvðusstaðarfelagið vann dystin 1-0, men tað telur nógv niður, at Neymar mátti av vøllinum við skaða í lærkrikanum. Felagið hevur í dag boðað frá, at Neymar helst skal sita uttanfyri í ein mánað.

Paris Saint Germain skal í komandi viku spæla móti FC Barcelona í 1/8 finalunum í Champions League. Brasilska álopsstjøran verður við vissu ikki við í fyrra dystinum, og tað er ein spurningurin um hann verður tøkur til returdystin í mars.

Champions League 1/8:

Týsdagin 16. feburar:

FC Barcelona – Paris Saint Germain (20.00)

RB Leipzig – Liverpool (20.00)

Mikudagin 17. feburar:

FC Porto – Juventus (20.00)

Sevilla – Borussia Dortmund (20.00)

Týsdagin 23. feburar:

Atletico Madrid – Chelsea (20.00)

Lazio – Bayern Munchen (20.00)

Mikudagin 24. feburar

Atalanta – Real Madrid (20.00)

Borussia Mönchengladbach – Manchester City (20.00)