Neyðugt er við betri marknaðaratgongd

Í tíðindunum tann 5. februar er eitt heldur løgið innslag í Kringvarpi Føroya, har samrøða er gjørd við Atla Gregersen, stjóra í Hiddenfjord og lim í Havbúnaðarfelagnum.

 

Præmissan hjá tíðindamanninum er, at undirritaða skal hava sagt, at vinnan er nøgd við marknaðaratgongdina við ES og onnur lond,  ella við øðrum orðum, at marknaðaratgongdin hjá vinnuni er góð yvirhøvur. Hetta er ikki rætt og verður lurtað væl eftir, so sigi eg i Breddanum, sum annars bara snúði seg um ES og hvørt við skulu hava limaskap í ES ella ei, og eg siteri beinleiðis :

 

 “ Sum eg havi skilt á vinnuni og frá álitinum sum er skrivað í 2010, so er vinnan YVIRHØVUR nøgd við ta avtalu sum er í løtuni. Tað er líka tær meirvirkaðu vørurnar, sum ikki sleppa inn á marknaðin. Tað arbeiðið er í gongd nú til at broyta hendan her negativlistan til ein positiv lista, so okkara meirvirkaðu vørur sleppa inn á tann evropæiska marknaðin”.

 

Við øðrum orðum skal sáttmálin broytast, eitt arbeiði, sum tíverri hevur tikið nógv ár, men sum vit vónandi fáa loyst innan stutta tíð, soleiðis at vit fáa fleiri vørur út á evropæiska marknaðin.

 

Tað er neyðugt  við menning í okkara vinnum, at vit eisini sleppa at útflyta aðrar vørur og serliga meirvirkaðar vørur, og tí hevur ynski leingi verið at broytt positiv listan til ein negativ lista (ein lista sum sigur hvørjar vørur eru fevndar av tolli, meðan allar hinar kunnu vera tollfríar) ella við øðrum orðum ein nýggjan handilsstáttmála við ES.

 

Eg eri púra samd við Atla Gregersen, stjóra í Hiddefjord, at tað er av alstórum týdningi at vit fáa betri marknaðaratgongd fyri vinnuna. Tað verður dagliga arbeitt í vinnumálaráðnum við at fáa betri marknaðaratgongd. Nevnast kann, at tað er eitt arbeiði í gongd við at fáa betri marknaðaratgongd við Kina, Japan og Suðurkorea og somuleiðis er eisini eitt arbeiði í gongd við at fáa eina veterinær avtalu við Brasilia. At vit í Føroyum hava tørv á betri handilsavtalum  við onnur lond, og at vit ynskja at víðka um okkara uttanríkispolitiska rásarúm er ynski okkara um limaskap í WTO besta dømi um. Allir flokkar á tingi eru samdir um, at hesin limaskapur hevur alstóran týdning fyri okkara vinnulív, og tí er eisini arbeiðsbólkur settur, sum í løtuni  greinar gøtuna fyri hesum limaskapi, sum kann lata dyrnar upp fyri, at Føroyar kunnu gera handilsavtalur við øll tey lond, ið eru limir í WTO.

 

Vit eru samd um betri og víðkaða marknaðaratgongd fyri okkara vinnur, men vit eru ikki samd um ein fullan ES limaskap, men tað er ein heilt annar spurningur, sum eg ikki skal koma inn á her.

 

 

 

Annika Olsen, tingvinna fyri Tjóðveldi og limur í uttanlands- og vinnunevndini