Neyðugt er alla tíðina at laga seg til marknaðin

- Okkara fyrimunur er, at tað er matur, vit framleiða. Tá matstovurnar stongdu, vísti tað seg, at maturin fann aðrar vegir, sigur Jógvan Gregersen, stjóri í Vaðhorn Seafood.

 

Á saltfiskavirkinum Vaðhorn Seafood á Strondum, har umleið 80 fólk starvast, hava tey ikki verið rakt av koronu. Tey hava verið heppin, men roynt hevur eisini verið at ansað eftir, serliga tá stóru smittubylgjurnar hava verið.

 

- Í slíkum føri, tá fólk hava arbeitt yvir av hvørjum øðrum og tætt upp at hvørjum øðrum, hevur verið arbeitt í maskum, sigur stjórin í Vaðhorn Seafood, Jógvan Gregersen. Hann vísir á, at árið 2019 var eitt gott ár hjá virkinum, og árini eftir hava eisini roynst betur enn væntað - við avlopum bæði í fjør og í ár.

 

Men, tað sá ikki gott út, tá Føroyar og heimurin allur fór niður í ferð á vári í 2020. Matstovur lótu aftur, og tað gjørdist trupult at selja lidnu saltfiskavørurnar, og goymslurnar fyltust. Men, sum summarið 2020 leið, og vit komu út á heystið, loysnaði nakað aftur. 

 

Síðan heimurin í størri mun læt upp aftur, og fólk fóru út aftur at eta á matstovum, hevur sølan gingið rímiliga væl. Men, seinastu mánaðirnar er písurin á ráfiski nógv øktur, og tað hevur verið trupult at tent pengar.

 

- Okkara høvuðsvøra er toskur, men tað kemur lítil og eingin toskur upp á land í Føroyum. Taka vit árið 2019, sum var eitt gott ár, har toskur var at fáa, er nøgdin av feskum - og ikki frystum - toski í ár bert 15 prosent av nøgdini í 2019. Tískil hevur verið neyðugt hjá okkum at keypt størri nøgdir av frystum toski.

 

Stjórin í Vaðhorn Seafood vísir á, at marknaðurin fyri frystum toski er globalur, sum hann tekur til, tí frystur fiskur kann seljast víða um, og toskur verður brúktur til nógvar ymiskar vørur. 

 

- Tað er avmarkað, hvussu langt feskur føroyskur toskur, sum verður landaður í Føroyum, kann fara, men tað er eingin loyna, at keyparar hjá okkum eru meira áhugaðir í feskum føroyskum toski enn frystum útlendskum. 

 

Tað er ikki bara toskurin, sum hevur svikið. Tað hevur eisini verið lítið av brosmu og longu, eins og upsaveiðan leingi hevur verið vánalig. Vaðhorn Seafood keypti nakað av longu í summar, tá nakrir bátar royndarfiskaðu á Føroyabanka.

 

- Men, við tað, at nøgdirnar eru so smáar, er kappingin eisini hørð við útflytarar av heilum fiski, sigur stjórin.

 

Jógvan Gregersen sker tað út í papp, tá hann lýsir, hvussu lítil toskaveiðan undir Føroyum hevur verið í ár. Higartil í ár eru landað 4.655 tons av toski undan Føroyum, harav umleið 500 tons er frystur fiskur, og restin er ísfiskur.

 

- Hetta er ikki meira enn ein linja hjá okkum hevði klárað at skorið í ár, sigur stjórin og vísir á, at í 2019 vórðu landað stívliga 20.000 av tons av toski undan Føroyum, bæði feskt og fryst, men í ár er talið bert sløk 5000 tons. 

 

Stjórin í Vaðhorn heldur tað vera trupult at meta um árið 2022.

 

- Í fiskavirkisvinnuni noyðist tú at gera alt rætt, og neyðugt er alla tíðina at laga seg til marknaðin. Okkara fyrimunur er, at tað er matur, vit framleiða. Tá matstovurnar stongdu vegna koronu, vísti tað seg, at maturin fann aðrar vegir. Ístaðin fyri at fara út á matstovurnar at eta, keyptu fólk matin í sølumiðstøðum og ótu heima, leggur Jógvan Gregersen aftrat.