Tað sigur Karl Birgir Isaksen, umboðsráðslimur í TF Holding, tá hann verður spurdur um eina viðmerking viðvíkjandi ætlanini hjá Tryggingarfelag Føroyar at lata deildirnar í Klaksvík, Saltangará og Tvøroyri aftur í tríggjar vikur.
Regin Hammer, forstjóri í Tryggingarfelagnum, segði við in.fo í gjár, at orsøkin til deildirnar lata aftur, er at man ynskir at geva fleiri starvsfólkum frí samstundis. Harumframt er ikki so nógv at gera um Ólavsøkuna.
Karl Birgir Isaksen kendi einki til avgerðina, tá in.fo tosaði við hann í gjár, men hann undraðist yvir, at tað júst eru deildirnar uttanfyri Havnina, ið verða latnar aftur í summar.
- Hvar er tað neyðugt at hava deildir? Tað er har, ið vinnulívið er. Endamálið má vera at tæna vinnuni, og tað er ikki í Havnini, at hon heldur til.
Um so er, at tað ber til at lata hesar deildirnar aftur, so metir Karl Birgir Isaksen, at tað møguliga er eitt tekin um, at man fer at trimma um deildirnar kring landið, og veita bíligari tryggingargjøld.
- Møguliga er hetta liður í, at tryggingartakarar sleppa bíligari seinni. Tað kann vera, at hetta er ein roynd at trimma niður á virksemi kring landið og í Havnini, soleiðis at tryggingarnar verða bíligari.
- Um hetta er leisturin, ið leiðslan í felagnum hevur stungið út í kortið, so kann man møguliga væntað, at framyvir lækka tryggingargjøldini við tretivu til fjøruti prosentum, sigur Karl Birgir Isaksen at enda.
Les eisini: Tryggingin: Bara deildin í Havn opin í summar