Neyðugt at forða fyri borgarakríggi í Ukraina

Á kreppufundi í ST-trygdarráðnum í nátt løgdu lond í Vesturheiminum og Russland hvør annan undir at økja spenningin í Ukraina.

Tað var Russland, sum hevði tikið stig til fundin, eftir at fleiri fólk doyðu í samanbresti millum ukraionskar trygdarhermenn og mótmælisfólk av russiskum uppruna um vikuskiftið.

 

-Blóð flýtur longu, og tað er alneyðugt at forða fyri, at støðan versnar, segði russiski ST-sendimaðurin, Vitalij Tsjurkin, á fundinum í nátt. Hann vildi vera við, at lond vestanfyri hava skyldu til at forða fyri, at borgarakríggj brestur á í Ukraina. 

 

-Heimssamfelagið má biðja ukrainsku stjórnina halda sínar skyldur, segði russiski sendimaðurin.

 

Sendiharrarnir úr USA, Bretlandi og Fraklandi vildu hinvegin vera við, at tað er Russland, sum hevur skyldina av ófriðinum har eysturi í Ukraina, har ein stórur partur av fólkinum tosa russiskt.

 

Amerikanski sendiharrin, Samantha Power, segði í sínari røðu, at Russland hevur skrivað handritið og lagt til rættis tað, sum hendir í Ukraina.

 

Ukraina var umboðað á fundinum í nátt, og ukrainski sendiharrin, Jurij Sergejev, segði, at myndugleikarnir í Ukraina hava álítandi prógv fyri, at Russland hevur sent servandar hermenn inn um ukrainska markið.