Neyðugt at blanda kortini

Gunnar í Liða, nevndarformaður, sigur, at tað var neyðugt at blanda kortini av nýggjum

Gunnar í Liða er nevndarformaður í Ognarfelag Tryggingartakaranna. Hann greiðir frá, at tey hava valt at breiðka um stjórnina í TF Holding, tí felagið er vaksið sera nógv seinastu tíðina. Millum annað er Eik Banki komin upp í samtakið, síðani Regin Djurhuus Hammer gjørdist forstjóri.


- Vit í nevndini hava mett, at kortini skulu blandast av nýggjum. Tá gera vit okkara metingar um, hvat er best fyri samtakið. Vit hava havt tveir góðar stjórar at velja í millum og valið fall á Súna Schwartz Jacobsen. Longri er tann søgan ikki, sigur Gunnar í Liða.


Hoyr samrøðuna við Gunnar í Liða í síni fullu longd við at trýsta á pílin undir myndini.