Á Gamla Apoteki hava umboð fyri Amnesty í dag latið Aksel V. Johannesen, samráðingarleiðara, áleið 1100 undirskriftir.
– Við hesum ynskir Amnesty at fáa umstøðurnar hjá neyðtøkuofrum á politiska dagskrá í komandi samgonguskeiði, sigur Amnesty International Føroya Deild í kvøld.
Tá Aksel V. Johannesen tók ímóti undirskriftunum, legði hann dent á, at hann er greiður um, at hetta er eitt økið, ið eigur at verða endurskoðað.
– Hetta gevur okkum vón um, at evnið verður umrøtt í samgonguskjalinum, um tað altso fer at eydnast floksformonnunum at finna eina semju, sigur Amnesty.
Nakrir av høvuðstrupulleikunum eru soljóðandi:
- Mótvegis okkara grannalondum er eingin almenn kunning um, hvat gerast skal og hvørji rættindi ein hevur, um ein hevur verið fyri eini neyðtøku.
- Galdandi revsilóg gevur avsláttur í mun til summar neyðtøkur. Ein neyðtøka av einum verjuleysum, har offrið t.d. er rúsað ella svevur, og tí ikki fær vart seg, gevur bara hálva revsing, og í fleiri førum er neyðtøka, sum fer fram í hjúnarbandinum, als ikki revsiverd.
- Um ein ikki er til reiðar at melda eina neyðtøku beinavegin, sleppur viðkomandi ikki til nøktandi kanningar á landssjúkrahúsinum. Tað merkir, at prógvini fyri eini neyðtøku kunnu hvørva, og tað er ein stórur trupulleiki fyri rættarstøðuna hjá órættaða. Í grannalondum okkara er raðfylgjan umvend. Her sleppur ofrið sjálvandi fyrst til kanningar og prógvini kunnu goymast í tríggjar mánaðir, áðrenn støða verður tikið til, hvørt viðkomandi orkar ella ynskir eitt rættarmál.
- Løgreglan hevur ikki fastar mannagongir, og tí hendir tað meira enn so, at rætturin til ein hjásita, sum er ein advokatur sum skal stuðla og vegleiða, ikki gerst veruleiki fyri ofri, ella kemur hjásitin als ov seint inn í myndina.
- Neyðtøkuoffur hava rætt til nøktandi hjálp, tí at vera fyri neyðtøku kann hava álvarsamar sálarligar fylgir. Tí er tað avgerandi, at ein, sum hevur verið fyri neyðtøku, fær ta hjálp, sum viðkomandi hevur brúk fyri. T.d sálarfrøðiliga hjálp.
– Nú vóna vit, at evnið fær neyðuga raðfesting, og at vit verða boðin til fundar í viðkomandi ráðum at leggja ætlan fyri, hvussu hesi viðurskifti verða bøtt. Men fyrst og fremst mugu vit fáa eitt politiskt lyfti um, at nývalda samgongan vil raðfesta hetta. Vit vóna tí at síggja eina orðing um neyðtøkur í samgonguskjalinum, sigur Amnesty International Føroya Deild.