Neyðstøða lýst av eldgosinum á Reykjanesi

Íbúgvarnir í Grindavík vóru longu fluttur burtur, tá tað fór at goysa í Íslandi

 

Ein jarðskjálvti hevur í kvøld fingið eitt gosfjall norðan fyri Grindavík á Reykjanesi at goysa.

Tað skrivar íslendska kringvarpið RÚV.

Sambært miðlinum var tað framman undan eldgosinum fleiri jarðskjálvtar í økinum. Tann harðasti varð máldur til 4,2 á richterskalanum, sum roknar styrkina á skjálvtunum.

Niðanfyri sæst ein live video frá gosinum á Sýlingafell.

Neyðstøða er nú lýst í sambandi við eldgosið. Tilbúgvingarmyndugleikin mælir fólk frá at fara á staðið, meðan mett verður um støðuna.

Eldgosið byrjaði norðan fyri Grindavík og alt bendir á, at tað er nærindis Halgefell.

 

##med2##

 

 

Beinleis kykmynd av Reykjanesi

Beinleis kykmynd av Reykjanesi