Hóast flakavirkið á Sandi lat aftur fyri hálvum øðrum ári síðani, og tað fyri ein stóran part gekk út yvir tey ófaklærdu, so hevur tænastuvinnan staðið í blóma hesa tíðina.
- Vit eru sjálvandi ógvuliga hørm um, at flakavirkið lat aftur, og tað hevur sjálvandi havt stóra ávirkan á møguleikarnar hjá hesum fólkunum at fáa arbeiði aftur. Vit síggja eisini, at fiskivinnan gongur niður á bakka í okkara kommunu, tað er einki dulsmál. Men hinvegin hava vit ment okkum rættiliga nógv sum tænastuveitarar, so rættiliga nógv fólk arbeiða sum tænastuveitarar á Sandi í dag, antin her ella í Havn, sigur Páll á Reynatúgvu, borgarstjóri í Sands kommunu.
Eisini kommunukassin ber boð um, at virksemið er har, hóast fólk hava skift vinnuøki. Eitt slag av at »tjene ind på gyngerne, hvad vi har mistet på karrusellen«.
- Taka vit tað heilt ítøkiliga, so var januar mánaði í ár betur enn januar í fjør, meðan februar í ár var verri í inntøkum enn sami mánaður í fjør. So tað stendur soleiðis upp og niður, sigur Páll á Reynatúgvu.
Hann leggur aftrat, at Sands kommuna ongantíð hevur verið partur av tí stóra upptúrinum í búaskpinum, sum landið hevur kent, og tí vóna tey, at tey heldur ikki fara at merkja ein niðurtúr so ógvusligan, skuldi hann komið.
- Fólkatalið hevur verið ógvuliga støðugt í kommununi seinastu 60-70 árini. Talið hevur ligið millum 500 og 640 fólk á Sandi, og í dag er fólkatalið í kommununi í løtuni liggur um 590. So man kann siga, at talið er støðugt, men ikki vaksandi, sigur Páll á Reynatúgvu.
Útjavning til samanlegging
Kommunan hevur útstykkjað eitt rættiliga stórt øki til ídnað, men tá tað kemur til sethús er støðan eitt sindur øðrvísi.
- Um tú vendir tær til Sands kommunu í løtuni, so hava vit sum kommunalur myndugleiki ikki tað stóra at vísa á. Vit fyriraika í løtuni eina útstykking uppi á Vatnsryggi, sum vit kalla tað, har tað verður pláss fyri 25 nýggjum sethúsum. Men tað er alt ein spurningur um eftirspurning eisini, tí kommunan fær ikki farið undir útstykking uttan so, at vit hava sáttmálar um keyp av grundstykkjum, sigur Páll á Reynatúgvu.
Eins og í hinum bygdunum í oynni hevur tosið um undirsjóvartunnilin havt sína ávirkan á bygraráðini.
- Í sambandi við ætlanina um Sandoyartunnilin fóru vit undir at gera eina útstykking yviri í Sandábrekkuni, vit kalla, stig nummar tvey, og har eru øll grundstykkini uttan eitt seld. Har var tó talan um eina minni útstykking, sigur Páll á Reynatúgvu.
Eins og hini bygdaráðini hevur eisini Sands kommuna eina meting um eina komandi kommunusamanlegging.
- Vit hava ikki viðgjørt spurningin í hesum bygdarráðnum, men undanfarna bygdarráð og tað undan tí vóru samd um, at Sandoyggin skuldi vera ein kommuna. Og eg haldi ikki, at hugburðurin er broyttur nakað av týdningi á tí økinum, so eg vænti, at Sands kommuna hevði verið ógvuliga positiv í einari tilgongd um kommunusamanlegging, sigur Páll á Reynatúgvu.
Ført hevur verið fram, at sjálvt um øll oyggin verður løgd saman í eina kommunu, verður tað kortini ein ov lítil eind at bera tær byrðar, sum landið ætlar at leggja á kommunurnar.
- Tú kanst av røttum seta spurnartekin við, um eindin verður nóg stór. Tað er alt ein spurningur um eina útjavningarskipan, sum má fylgja við einum spurningi um kommnusamanlegging. Tí tað er eingin ivi um, at sum støðan er í dag, er miðalinntøkan hjá einum borgara í Sands kommunu munandi lægri enn hjá einum borgarar í miðstaðarøkinum. So høvdu vit fingið eina útjavningarskipan sum vit kenna frá londunum uttan um okkum, har tey veikastu økini fingu eina lítla kompensatión, so kundu smærri kommunur kanska klára at yvirtikið eitt nú eldraøkið og fólkaskúlan, sigur Páll á Reynatúgvu.
Hava nógv samstarv
Kommunurnar á Sandoynni hava sum er eitt rættiliga breitt samstarv.
- Vit hava samstarv á rættiliga nógvum økjum. Vit samstarva tannlæknaskipan, vit samstarva um Meginskúlan, vit samstarva um barnaverndartænastu, vit samstarva um ítróttin, so vit samstarva um ógvuliga nógv, um enn alt ikki er á formligum grundarlagi, sigur Páll á Reynatúgvu.
Hann heldur sjálvur, at tað hevði verið nógv lættari at fingið samstarvið at gingið, um tað var eitt formaliserað samstarv við einum felags kommunustýri í allari oynni. Og eitt av málunum, sum eitt samlað kommunustýrið lættari kundi tikið støðu til, er spurningurin um dagtilhaldini, ið hava mist stuðulin frá landinum.
- Eg kann í hvussu er siga, at kommunustýrið á Sandi er ógvuliga positivt sinnað fyri at finna eina loysn. Vit hava verið í samband við hinar kommunurnar, og enn er ikki nøkur endalig avkláring komin upp á tann spurningin, men eg kann siga so mikið, at bæði Skálavíkar kommuna og Húsavíkar kommuna hava sagt seg at vera positivar mótvegis teirri ætlanini. Vit hava ikki fingið nakað endaligt svar úr Skopun enn, sigur Páll á Reynatúgvu.
Sær svart út
Tá prátið kemur inn á undirsjóvartunnilin er borgarstjórin á Sandi ikki so ógvuliga bjartskygdur.
- Eg vil siga tað, at í tí uppskotinum, sum landsstýrið hevur lagt fram nú, kann man gott siga, at Sandoyartunnilin verður avtikin. Í dag er í gildi ein verklagslóg um Sandoyartunnilin sum sigur, at byrjast skal upp á tunnilin 1. november í ár. Men í partafelagnum Sandoyartunnilin, sum landsstýrið leggur fram verður tað gjørt, at samstundis sum partafelagið verður stovnað, verður verklagslógin avtikin og harvið eisini heimildin at gera tunnilin, sigur Páll á Reynatúgvu.
Hann heldur tí, at skal man fylgja teimum politisku útmeldingunum frá landsstýrinum í løtuni, eru vónirnar ikki stórar.
- Men vit vóna kortini at landsstýrið ikki velur at avhøvda Sandoyartunnilin, sigur borgarstjórin á Sandi.
Hann heldur tó, at tunnilin hevur sera stóran týdning um ella tá hann einaferð kemur.
- Tað er einki at ivast í, at vegasamband, og serliga vegasamband við miðstaðarøkið og høvuðsstaðin í einum landi, hevur ótrúliga nógv at siga, og tí hevur man lagt so nógva orku í at ment tað sambandið kring alt landið. Og tað er einki at vast í, at vit, sum ikki hava fast samband, verða í einari heilt serligari støðu í so máta, um vit ikki fáa tað, og tann spurningurin átti eisini at verið viðgjørdur landspolitiskt. Hvat skal gerast við teir partar av landinum, sum ikki fara at fáa vegasamband, sigur Páll á Reynatúgvu.
Hann sigur, at ynski er at fáa fast samband, og kemur tað, so hevur Sandoyggin allar verðsins møguleikar at menna seg javnbjóðis restini av Føroyum.
- Vit hava ovurhonds byggimøguleikar og náttúruna eiga vit so vakra sum nakrastaðni í landinum, og vit ætla ikki at geva skarvin yvir, um vit ikki fáa fast samband beinanvegin, sigur Páll á Reynatúgvu.
Góð kommuna á góðari oyggj
Hóast borgarstjórin í Sands kommunu hevur ringar sónir um at undirsjóvartunnil kemur út í oynna í bræði, sær hann ikki so svart upp á framtíðina kortini.
- Vit eru í teirri støðu, at vit á Sandi hava tíbetur ótrúliga nógv børn eftir fólkatalinum. Vit hava sjálvandi eisini nógv eldri fólk, men tað ger tað, at í løtuni er tað kanska rættiliga tungt hjá teimum fólkunum, sum eru á arbeiðsmarknaðinum, nevniliga tí vit hava ein rímiliga stóran yngri bólk og ein rímiliga stóran eldri bólk. Fólkini í miðalaldrinum hava tí rímiliga tungar byrðar at bera, sigur Páll á Reynatúgvu.
Hann sigur tó, at hinvegin er sjálvandi ein ógvuliga góður gróðrarbotnur fyri framtíðina.
- So saman um tikið hava vit góðar vónir, tí vit vita tað, at vit búgva í eini góðari kommunu í eini góðari oyggj, sigur Páll á Reynatúgvu, borgarstjóri í Sands kommunu.