Elin Lindenskov
býráðslimur Javnaðar-floksins í Tórshavnar býráð
www.lindenskov.com
???????????????????
Tað er av alstórum týdningi, at Javnaðarflokkurin í Suðurstreymoy savnar allar góðar kreftir, sum vilja stilla ein sterkan javnaðar-lista upp - og sum í felag vilja virka fyri at fremja tann góða politikkin í verki.
At tað er trupult at fáa fólk at stilla upp hevur verið eyðsýnt seinastu tíðina - eins og trupult er at fáa kvinnur valdar. Ætlanirnar um ein kvinnulista, sum kortini ikki varð til nakað, er eitt varskó til allar flokkar um at sleppa kvinnunum framat. Tað merkir ikki, at tað nú skulu stillast eins nógvar kvinnur upp, sum menn. Heldur eiga kvinnur at verða settar á listan, sum hava vilja, hava áræði og ikki minst hava stuðul at verða valdar.
Suðurstreymoyar Javnaðarfelag hevur uppstillingarfund í kvøld - mikukvøld, og tá verður listin gjørdur liðugur. Taka vit úrslitið frá seinasta býráðsvali sum grundarlag, so kann Javnaðarflokkurin fáa eitt umboð valt afturat, um vit megna at vinna einar 3-400 atkvøður afturat, og um valúrslitið fellir til okkara fyrimun.
Tí skal mín vón verða, at vit fáa ein sterkan lista við góðum kvinnum og monnum, sum vilja samstarv og sum vilja virka fyri somu stevnu.