Neyðugt við skjótum avgerðum um gegni

Í gjár varð kunngjørt, at løgfrøðiliga metingin, sum Mentamálaráðið læt gera av fýra stýrislimum í Kringvarpinum, staðfesti, at hesir eru gegnigir.

- Neyðugt er við skjótum avgerðum í slíkum førum, tí annars kunnu málsviðgerðirnar í almennu fyrisitingini verða ov drúgvar, metir Jógvan Elias Winther Poulsen, advokatur

GEGNI

 
 
 
Í gjár kunngjørdi Mentamálaráðið, at ein eksternur advokatur var komin til ta niðurstøðu, at teir fýra limirnir í Kringvarpsstýrinum Símun Absalonsen, Páll Isholm, Kristina Samuelsen og Eyðun Joensen eru gegnigir og kunnu sostatt røkja sítt arbeiði í stýrinum.
Jógvan Elias Winther Poulsen, advokatur, hevur gjørt frágreiðingina fyri Mentamálaráðið, av tí at ivi varð sáddur um gegnið hjá fýra av stýrislimunum í nývalda stýrinum fyri Kringvarp Føroya, og hann metir, at limirnir í stýrinum ikki kunnu metast ógegnigir sambært kringvarpslógini, fyrisitingarlógini ella óskrivaðum fyrisitingarrætti, sum t.d. kunnu vera niðurstøður frá umboðsmannastovnum og líknandi.
Sosialurin hevur fingið innlit í málið. Her sæst, at Jógvan Elias Winther Poulsen hevur í síni løgfrøðiligu meting lagt dent á, at sambært kringvarpslógini kunnu fólkatings- ella løgtingslimir ella starvsfólk í øðrum fjølmiðlum ikki sita í stýrinum, og tað ger eingin av núverandi limum. Símun Absalonsen, stýrisformaður, hevur áður gjørt sendingar fyri Lindina, men er ikki longur virkin á hesi rás.
 
<B style="mso-bidi-font-weight: normal"$?$end$!$Kunnu vera ógegnig í konkretum málum
 
Jógvan Elias Winther Poulsen metir, at fyrisitingarlógin er galdandi fyri Kringvarpsstýrið. Hann nevnir m.a. í síni løgfrøðilgu meting, at fyrisitingarlógin í høvuðsheitum er galdandi fyri mál, har ein myndugleiki tekur ítøkiligar avgerðir mótvegis borgarunum, sum ávirka viðkomandi borgara ella borgara beinleiðis ella ítøkiliga.
Sambært §3 stk. 3 í fyrisitingarlógini verður sagt, at tann, sum er ógegnigur í einum máli, ikki má taka avgerð ella, vera við til at taka eina avgerð ella vera við í viðgerð av tí konkreta málinum.
Sostatt verður mett, at talan um gegni verður aktuelt, tá einstøk mál, sum koma ávísum stýrislimum ov nær, koma upp átal. Hetta kunnu t.d. vera starvssetanir o.t. Einasti sessurin, sum stýrið tó hevur ávirkan á, er tann hjá kringvarpsstjóranum. Sostatt metir advokaturin ikki, at tað kann hava ávirkan á gegni hjá einum persóni at vera limur í Kringvarpsstýrinum, at viðkomandi annaðhvørt eiga ein mammubeiggja í Útvarpinum ella er giftur við einum tekstara í Sjónvarpinum.
Í hvørjum einstøkum føri skal metast um, hvørt tann einstaki stýrislimurin er ógegnigur.
Jógvan Elias Winther Poulsen metir sostatt heldur ikki metir Kristinu Samuelsen, ið er gift við stjóranum á Dimmalætting, sum ógegniga at sita sum limur í Kringvarpsstýrinum, tí um eitt mál sum t.d. viðvíkti Dimmalætting varð aktuelt, hevði borið til at viðgjørt hetta, og varalimur hennara kundi tikið sæti á fundi, sum síðan viðgjørdi hesi mál.
Jógvan Elias Winther Poulsen sigur í viðtali við Sosialin, at vanligt er í slíkum førum, at eitt stýri sjálvt metir, um ávísir stýrislimir eru ógegnigir, og um hetta er niðurstøðan, verða varalimirnir boðsendir. Tó kunnu fólk, ið eru rakt av stýrisins avgerðum, og ivi er um gegnið, antin fara í rættin ella til umboðsmannin.
Jógvan Elias Winther Poulsen sigur, at kringvarpsstýrið tekur, at stýrið tekur yvirskipaðar avgerðir, og at tað ber til at kjakast  um, hvørt tær eru fyrisitingarligar.
Hann leggur dent á, at ein avgerð um gegni er ein avgerð, um nær ein verulig avgerð kann takast í fyrisitingini. Jógvan Elias Winther Poulsen heldur tí, at sum heild er neyðugt við skjótum avgerðum í slíkum førum, um ikki málsviðgerðir skulu verða alt ov drúgvar í almennu fyrisitingini, og samfelagið kann ikki leggast lamið.
- Reglurnar um inhabilitet eru gjørdar um persónlig áhugamál, staðfestir advokaturin, sum metir, at stýrislimirnir fyri Kringvarpið eru gegnigir.