Neyðugt við skattalætta

Um ikki kappingarføri skal fúka, er neyðugt við skattalætta

Hóast lyftir um skattalætta frá Fólkaflokkinum undan seinasta valið, elegant eftir valið var skift út við fullveldi og harav skattaøking og vavgreyt, so er neyðugt at lækka skattin. Nú kann ein ikki vænta annað, enn at skattir og avgjøld hækka undir Fólkafloks- og Tjóðveldisleiðslu. Tí tað hevur tað altíð gjørt. Tað er ein søguligur veruleiki. Loysingin kostar nevniliga so nógv, at tað skal ein øðilig skattahækking til. Ein so stór hækking, at teir ikki tora at siga føroyingum tað. Ei heldur tora at halda eina fólkaatkvøðu um loysingina.

Skattur niður - ella løn nógv upp:
Føroyingurin kann ikki longur liva við, at progressiviteturin í skattinum ger, at hvør einasta lønarhækking, og gott tað, endar í landskassanum. Grannskoðari hevur rokna út, at príshækkingar, skattir og avgjøld meira enn eta lønarvøksturin upp hjá føroyingum. Tí er reallønin lækka seinastu árini.
Tað má tí vera eitt neyðugt krav frá hvørjum einasta føroyingi eins og fakfelagi, at skattatrýstið og avgjaldstrýstið lækkar. Tað er eisini einasti møguleiki fyri, at okkara kappingarføri ikki skal fara fyri bakka. Tí fakfeløgini hava bert ein møguleika at bøta um viðurskiftir hjá teirra limum. Nevniliga við at krevja munandi lønarhækking. Eina so munandi lønarhækking, at tað sum er eftir eftir skatt er á einum støði, sum í grannalondunum. Og um lønarlagið skal sera nógv upp, orsaka av eini alt ov grammari skattainnkrevjing, so verður vinnulívið taparin, og harvið arbeiðarin og skattavaldið.
Tað er tí sera neyðugt, at skattatrýstið lækkar. Á øllum skattastiganum.
Tá tosa verður um, at arbeiðsmegi tørvar mangar staðir í landinum, so orsøkin fyri stóran part drepandi skattatrýstið. Um skattatrýstið lækkaði, so hevði nógv arbeiðsmegi beinanvegin verið tøk. Tí undir núverandi køvandi skattatrýsti er galdandi, at nógv fólk halda seg ov góðan til at arbeiða um kvøldi og næturnar - fyri at kalla onga inntøku - av tí at øll meirinntøkan av eykaarbeiðinum endar í fullveldiskassanum hjá Fólkaflokkinum. Honum, ið lovaði at skatturin skuldi lækkast, undan seinasta vali, men onki gjørdi fyri at halda lyfti, tvørturímóti.
Hvussu leingi skal føroyski veljarin haldast fyri spott av deyminum av valfleski, ið bert var roykur, í angaði væl undan vali.
Um skattalætti skal fremjast, so merkir tað, at skattaprocenti lækkar í verki. Á hesum øki er at kalla onki hent hetta samgonguskeið.
Men teir í Tinganesi hava eisini havt annað at hugsa um. Nakað, ið als ikki merkir skattalætta!