Ein av størstu trupulleikunum, sum komandi samgongur mugu loysa, er pensjónsspurningurin.
Hagtøl vísa greitt, at meðan fólk gerast eldri, verða tað færri lummar at rinda fyri pensjónirnar.
- Og tað er ikki einans tað, at fólk gerast eldri. Tey hava eisini eitt nógv betri lív enn tey høvdu fyrr, sigur Kári Petersen, sum hevur verið limur í nevndini, ið hevur viðgjørt pensjónsspurningin.
Framrokningar vísa, at meðan tað í dag arbeiða 4,1 fólk fyri hvønn pensjónist (65+), so verða tað bert 3,1 fólk, sum arbeiða fyri hvønn pensjónist í 2020, og í 2030 verða bert 2,4 fólk, sum arbeiða fyri hvønn pensjónist.
Nevndin sigur í sínari niðurstøðu, at um eingi tiltøk verða sett í verk, vaksa eldraútreiðslurnar úr 10 upp í 21% av BTÚ. Verður BTÚ sett til 12 milliardir krónir, svarar hetta til eitt hall á fíggjarlógini upp á 400 milliónir árliga í 2020, og er komið upp á 1,3 milliardir krónur í 2050.
- Hagtølini vísa, at helmingurin av teimum gentubørnum, sum verða fødd í dag, gerast yvir hundrað ára gomul. Og tað er bara gleðiligt, men merkir samstundis, at vit mugu innrætta samfelagið til hesu viðurskifti, sigur Kári Petersen.
Stigvís hækking
Ítøkiliga mælir nevndin til, at almannapensjónirnar verða bruttofiseraðar, at persónliga uppsparingin verður økt, at pensjónsaldurin verður hækkaður og at almannapensjónin verður prístalsjavnað.
Nevndin sigur, at verða eingi tiltøk sett í verk, verður neyðugt at hækka skattin so mikið, at hetta fer at føra til fráflyting. Tí mælir nevndin millum annað til, at pensjónsaldurin verður hækkaður. Men hetta skal gerast stigvíst.
- Mælt verður til, at pensjónsaldurin verður hækkaður við 0,1 ári um árið. Hetta merkir, at pensjónsaldurin verður komin upp á 68 ár í 2019, upp í 69 ár í 2028 og upp í 70 ár í 2039. Talan verður sostatt um eina stigvísa hækking, sigur Kári Petersen.
Broytingarnar mugu fremjast nú. Seinni inntrivini verða gjørd, størri mugu verða, og knappligar skattahækkingar – tað er minking í tøku inntøkunum hjá fólki – fara at gera stóran skaða, eitt nú við fráflyting, sigur nevndin.
Tað er tí neyðugt, at landsstýrið førir ein politikk, sum stuðlar upp undir langsiktaðan framleiðsluvøkstur, sigur nevndin í tilmæli sínum.