- Galdandi semingslóg er frá 1928, og tað er tí einki at siga til, at tað aftaná 85 ár er tørvur á eini nýggjari semingslóg, sum tekur hædd fyri tørvinum hjá arbeiðsmarknaðinum.
Tað skrivar Vinnuhúsið í dag.
Lagt verður aftrat, at síðan 1928 hava bert smærri broytingar verið gjørdar í semingslógini, og Føroya Arbeiðsgevarafelag fegnast tí um, at Vinnumálaráðið ætlar at leggja uppskot til nýggja semingslóg fyri løgtingið.
- Endamálið hjá semingsstovninum er ikki bert at hjálpa pørtunum á arbeiðsmarknaðinum at finna eina loysn. Flest øllum kunnugt rakar ein arbeiðssteðgur á arbeiðsmarknaðinum nógv breiðari enn bara partarnar, sum ikki finna eina sáttmálasemju.
Samfelagsligar avleiðingar
Føroya Arbeiðsgevarafelag heldur tað tí vera minst líka so týdningarmikið, at semingslógin og amboðini, hon gevur, eru tíðarhóskandi og tillagað tí arbeiðsmarknaði og samfelag, vit hava, soleiðis at hon er við til at minka um samfelagsligu avleiðingarnar av einum arbeiðssteðgi.
- Hóast vit hava sent Vinnumálaráðnum nakrar viðmerkingar til broytingar í uppskotinum, eitt nú um fíggingina av stovninum, meta vit yvirhøvur, at uppskotið frá Vinnumálaráðnum er eitt stórt stig framá fyri semingsstovnin og fyri arbeiðsmarknaðin, sigur Føroya Arbeiðsgevarafelag.
Felagið sigur, at vónandi fáa vit - nú eftir 85 ár við verandi semingslóg - eina nýggja semingslóg, sum hóskar til arbeiðsmarknaðin og samfelagið, vit hava í dag.