Tað er óneyðugt at gera eina nýggja heildarætlan ímóti kynsligum ágangi.
Tað heldur Felagið Føroyskir Sálarfrøðingar í eini viðmerking til at tinglimir úr Tjóðveldi, Javnaðarflokkinum og Framsókn, hava lagt uppskot fyri Løgtingi um at gera eina heildarætlan ímóti kynsligum ágangi.
Felagið Føroyskir Sálarfrøðingar vísa á, at vit hava longu eina heildarætlan ímóti harðskapi í parlagi og nærsambondum, og hon fevnir eisini um kynsligan ágang.
Felagið heldur, at tað er skilabetri at raðfesta tað heildarætlanina, heldur enn at gera eina afturat.
Annars staðfestir felagið, at tað er av alstórum týdningi at knýta serfrøðing í fyribyrging og viðgerð at hesum arbeiði.
Sostatt er felagið ikki samt við uppskotsstillarunum sum halda, at tað er ikki neyðugt at fáa fleiri fólk uppí, tí tað eru longu nógvir fakbólkar, sum varða av slíkum málum, men at tað er neyðugt at samskipa tað arbeiðið.
Tey, sum hava lagt uppskotið fyri Løgtingið, staðfesta annars, at siðamisbrot er ein stórur menniskjaligur og samfelagsligur trupulleiki, men at vit eiga at hava eina null-hugsjón á økinum.
- Tað er umráðandi, at ein heildarætlan samskipar arbeiðið at fyribyrgja og viðgera siðamisbrot í øllum ráðum, bæði Mentamálaráðnum, sum varðar av dagstovnaøkinum, fólkaskúlanum og útbúgvingarstovnum sum heild, umframt Vinnumálaráðnum, sum varðar av arbeiðmarknaðinum.
Harafturat eru tað so Heilsumálaráðið, sum varðar av Gigni, psykiatriska deplinum og viðgerðartilboðum sum heild og Alamannamálaráðið, ið varðar av Almannaverkinum.
At enda er tað so Innlendismálaráðið, ið hevur rættarliga partin
- Tí mugu øll ráðini, relevantir stovnar og fakbólkar vera partar av ætlanini, so fólk ikki uppliva, at teirra trupulleikar ikki verða loystir, tí uppgávan dettur niður ímillum ymisku ráðini og stovnar, halda uppskotsstillararnir.