Neyðugt við clearingskipan

Eg fái ikki lagt meg út í, hvussu tingfólk nýta teirra frítíð ella teirra arbeiðstíð. Eg má bara staðfesta, at tingfólk vantaðu til tingfundin í dag, sigur Hergeir Nielsen, tingformaður

Tá tingfundurin í morgun varð settur, var fyrsta mál á skránni val av løgtingsnevndum. Men av tí at tríggir løgtingslimir hjá samgonguni ikki vóru møttir, bað ein av uppskotsstillarunum, Kári P. Højgaard, um, at málið varð útsett.

Hesum játtaði tingformaðurin, Hergeir Nielsen.

- Eg fái illa sagt hví hesir tingmenninir ikki vóru til staðar. Eg ætli ikki at leggja meg út í, hvat tingfólk gera í síni frítíð, ella í teirra arbeiðstíð. Eg má bara staðfesta, at vit byrjaðu tingfundin í morgun sum so mangar aðrar, nevniliga við at tingið ikki var fullmannað, segði Hergir Nielsen við Rás2 á miðdegi.

Hann segði, at skráin var lýst í góðari tíð, so tingfólk hava havt góðar stundir at leggja bæði frítíð og annað til rættis. Og í hesum førinum var ikki talan um eitt vanligt tingmál.

- Her var støðan hon, at ein av uppskotsstillarunum bað um at málið varð útsett. Hevði talan verið um eitthvørt annað tingmál, sum skuldi til atkvøðugreiðslu, so hevði ikki borið til at biðið um útseting. Men her var talan um eitt mál í sær sjálvum, har fýra floksformenn leggja fram eitt uppskot um val av løgtingsnevndum av nýggjum, segði Hergeir Nielsen.

 

Clearingskipan

Hann harmast um, at tingfólk fara í feriu uttan at kalla inn eykafólk, men tað er upp til hvørt einstakt tingfólk at gera av.

- Tingfólk eru vald fyri fýra ár, og tey kunnu í prinsippinum verða í farloyvi øll fýra árini, uttan at biða eykafólk fyri seg, segði Hergeir Nielsen.

Hann segði, at hann ikki kundi leggja seg út í, hvussu tingfólk disponera.

- Einki krav er um, hvussu leingi tingfólk kunnu vera burturstødd, uttan at kalla inn eykafólk fyri seg, segði Hergeir Nielsen.

Hann vísti til ta sonevndu »clearing«-skipanina, sum er vanlig í tingarbeiði í londunum uttan um okkum.

- Tað er vanligt í øðrum tingum, at samgonga og andstøða hava eina sonevnda clearingskipan soleiðis, at tá ein limur í samgongu er burturstaddur, er ein standandi avtala, at ein limur í andstøðuni so ikki er við í atkvøðuni og øvugt. Og tað er neyðugt, at vit fáa eina líknandi skipan, so vit sleppa undan at leggja tingmál niður, segði Hergeir Nielsen.

Hann segði tó, at enn ber til at fáa avgreitt val av løgtingsnevndarlimum.

- Um tinglimir taka tingarbeiðið í álvara, ber til at fáa avgreitt val av løgtingsnevndum í dag, segði Hergeir Nielsen við Rás2.