Óneyðugt uppskot um Strandferðsluna

Tað er óneyðugt at samtykkja uppskotið hjá Tjóðveldi um at landsstýrið skal taka stig til samráðingar um at tryggja, at skipini hjá Strandferðsluni ikki verða løgd, tá ið sáttmálatrætur føra til arbeiðssteðg. Tað heldur ein stórur meiriluti av Vinnunevndini hjá Løgtinginum.

Tjóðveldi vildi hava at Landsstýrið skal beinanvegin taka upp samráðingar við fakfeløg á almenna og privata arbeiðsmarknaðinum fyri at tryggja, at tá ið arbeiðssteðgur er, skulu øll øki í landinum verða javnsett, hvat samferðslu viðvíkur.

Flokkurin staðfestir, at 85% av landinum eru samanbundin við vegi, men enn verður Suðuroy, Sandoy, Nolsoy og aðrar oyggjar avskornar frá øllum sambandi, tí skipini hjá Strandferðsluni verða løgd, tá ið arbeiðssteðgir eru.

Men meirilutin í vinnunevndini, sum eru øll umboðini fyri samgonguna, umframt Jacob Vestergaard, Bjarni Djurholm úr Fólkaflokkinum og Kári P. Højgaard úr Sjálvstýrisflokkinum, vísa á, at landsstýrið hevur longu tikið stig til slíkar samráðingar og tí er tað óneyðugt at samtykkja hetta uppskotið.

Sostatt er Tjóðveldi einsamalt í parti, men Bjørt Samuelsen, sum umboðar flokkin í Vinnunevndini, heldur framvegis, at tað er neyðugt at samtykkja uppskotið.

Tað, sum meirilutin í Vinnunevndini sipar til, tá ið tey siga, at uppskotið er óneyðugt, er, at landsstýrismaðurin í fíggjarmálum hevur havt fund við avvarandi fakfeløg og at avtalan er, at tað er Starvsmannafelagið, sum skal kalla saman til næsta fundin.

Hinvgin er støðan beint nú tann, at yvirmenninir hjá Strandferðsluni samráðast í hesum døgum um nýggjan sáttmála.

Og har er so langt ímillum partarnar, at vandi er fyri, at innanlendis ferðamannaskipini verða løgd longu í næstu viku ella í aðru viku.

Men tað er eisini greitt, at fakfeløgini vilja ikki samráðast víðari um at friða Strandferðsluna, fyrrenn hesar ítøkiligu samráðingarnar, eru lidnar fyri ikki at órógva fakfeløgini hjá yvirmonnunum.

Men fakfeløgini hava eisini gjørt greitt, at skal semja finnast um at friða Strandferðsluna, ber tað í sær, at tey skulu frásiga sær verkfalsrættin og afturfyri tað skulu tey hava hægri løn.