Neyðugt er at samskipa vitan og fiskifrøði

Løgtingsmaðurin, Kári P. Højgaard, fer mikudagin at seta landsstýrismanninum í fiskivinnumálum, Jacobi Vestergaard, munnligan fyrispurning um, hvat landsstýrið ætlar at gera, so føroysk fiskiveiða úteftir kann marknaðarførast sum burðardygg fiskiveiða

Fiskiveiða

Í síðstu viku tók Sosialurin upp spurningin um trupuleikarnar við at selja virkaða føroyska hýsu í Bretlandi, og nú hevur so løgtingsmaðurin, Kári P. Højgaard, reist munnligan fyrispurning á tingi um sama mál.
Prísurin á føroyskari hýsu á Fiskamarknaði Føroya er sum heild lágur, og tað gongur illa hjá skipum yvirhøvur at sleppa av við hýsu fyri líkinda prís.
At kalla eingin hýsa, sum verður veidd undir Føroyum, fer til virkingar og tað, sum landað og selt verður, fer óvirkað til smákeyparar kring um í Bretlandi.

Boykott av hýsu
Føroyskur línuskipari segði við Sosialin í síðstu viku, at meðan føroysk hýsa ikki verður mett sum burðardygg millum eitt nú bretskar handilsketur, er einki til hindurs fyri, at hesar somu ketur kunnu keypa íslendska hýsu, tó at minni er at fáa av hýsu undir Íslandi enn undir Føroyum.
Orsøkin til støðuna er, sigur skiparin, at Bretland, sum er høvuðsmarknaðurin fyri hýsu, sær íslendsku hýsuna sum burðardygga, men ikki hina føroysku.
Formaðurin í Føroya Ráfiskakeyparafelag, Símun Jacobsen, segði eisini við Sosialin í síðstu viku, at stórir trupulleikar eru við sølu av virkaðari hýsu úr Føroyum á bretska marknaðinum.
- Bretland hevur verið okkara stóri hýsumarknaður, og nú vilja tær stóru handilsketurnar ikki keypa hesa vøru, tí mett verður ikki, at okkara hýsuveiða hvílir á burðardyggum grundarlagi.
Hann vísti á, at bretsku handilssketurnar hava síni fólk, sum meta um, hvørt fiskurin, tær selja, er burðardyggur ella ikki.
- Keturnar tora ikki at koma í ta støðu, at eitt nú journalistar leypa á og siga, at tær selja fisk, sum ikki er veiddur úr burðardyggum fiskastovni, segði Símun Jacobsen.

Tekur málið upp
Løgtingsmaðurin, Kári P. Højgaard, hevur nú tikið hetta mál upp og fer mikudagin at seta landsstýrismanninum í fiskivinnumálum, Jacobi Vestergaard, munnligan fyrispurning.
Spurningarnir hjá løgtingsmanninum eru tríggir í tali.
Í fyrsta lagi vil Kári P. Højgaard hava at vita, hvørji stig politiski myndugleikin saman við vinnuni higartil hevur tikið til tess at kunna útlendskar keyparar av føroyskum fiskavørum, at vit fiska burðardygt.
Í øðrum lagi spyr hann, um landsstýrismaðurin veit, hví hýsa, sum verður veidd undir Føroyum, verður boykottað, samstundis sum hýsa veidd undir Íslandi, verður roknað sum burðardygg, tó at hýsa undan Íslandi ikki hevur góðkenning.
Í triðja og seinasta lagi spyr Kári P. Højgaard, hvørji stig landsstýrismaðurin fer at taka til tess at samskipa vitanina og frøðina á sjógvi og landi, so tilmælini til politisku skipanina eru greið – og at vit saman úteftir marknaðarføra eina burðardygga fiskiveiði.

Hóttur stovnur
Í viðmerkingum til fyrispurningin, vísir løgtingsmaðurin á, at enski marknaðurin er nógv tann størsti, tá talan er um útflutning av hýsu.
- Prísirnir á føroyskari hýsu á Fiskamarknaði Føroya eru sum heild lágir, og tað gongur illa at sleppa av við hýsu fyri líkinda prís. Stóru handilsketurnar, sum selja føroyskt framleiddar fiskavørur, eitt nú Marks & Spencer, Tesco og Asda, vilja sjálvsagt hava gott orð á sær við einans at selja burðardyggar vørur. Tí fylgja tær tilráðingunum frá MSC, MCS og WWF.
Kári P. Højgaard vísir á, at hesir felagsskapir mæla frá at keypa hýsu, sum er veidd undir Føroyum, tí teir meta, at hýsustovnurin er hóttur.
- Avgerðin er grundað á tilráðingar frá eitt nú havgranskingarstovninum ICES, og niðurstøðan er, at føroysku myndugleikarnir ikki fylgja ráðunum frá fiskifrøðingum um burðardygga veiðu, sigur hann.

Alt til sættis
Løgtingsmaðurin heldur, at nú arbeiðsloysi veksur, serliga millum ófaklærd, er harmiligt at síggja arbeiðsplássini á landi liggja still, samstundis sum øll hýsan fer óvirkað av landinum til smákeyparar fyri undirprís.
- Við fiskidøgum hava vit eina skipan, har øll veiðan kemur til høldar. ES endurskoðar í hesum døgum sín egna fiskivinnupolitik, ið higatil hevur víst seg at vera ónýtiligur, eins og hann er ein vanlukka fyri fiskastovnarnar. Eftir ætlan skal ein nýggj ES-fiskiveiðiskipan verða klár at seta í verk í 2012, sigur Kári P. Højgaard.
Í samrøðu við Sosialin vísir hann á, at føroyingar í mong ár hava røkt fuglabjørgini á skynsaman hátt, men kortini síggja vit, hvussu skiftandi gongdin hevur verið í eitt nú lomviga-og lundastovninum.
- Her hava vit sæð, hvussu stór sveiggini eru, tó at lítil og eingin veiða hevur verið – og at vit enntá hava friðað fuglaveiði á ymiskum plássum upp til fleiri ár. Gongdin vísir, at náttúran spælir nógv inn, tá ræður um grundarlagið undir fugli og fiski.
Kári P. Højgaard vísir á, at tað er ein fuglastovnur, sum verður veiddur ótálmaður, og tað er havhestur.
- Men kortini bendir einki á, at hesin stovnur er í nøkrum vanda. Tvørturímóti, leggur hann aftrat.

Standa saman
Løgtingsmaðurin sigur, at stórt gjøgnumskygni er í okkara fiskiveiðiskipan, og føroyingar hava enntá ferðast kring í øðrum londum og hava geitt frá, hvussu okkara skipan er.
- Vit kunnu vísa á eina skipan, har alt, sum veitt verður, kemur til sættis.
Kári P. Højgaard heldur tí, at vit við samstarvi millum ráðgeving, vinnu og politisku myndugleikarnar áttu at kunnað borðreitt eina fiskiveiðiskipan, sum vit kunnu semjast um hvílir á burðardyggum grundarlagi.