Í samband við, at tað er altjóða brekdagur í dag hava vit sett Tóra við Keldu, forkvinnu í MBF, tríggjar spurningar um hvussu støðan er hjá føroyingum, ið bera brek, nú vit skriva 2016.
Hvussu er støðan hjá teimum, ið bera brek í Føroyum í 2016?
- Í dag er 3. desember, sum er altjóða brekdagur, og í ár er evnið “17 mál at fremja fyri framtíðina vit ynskja okkum”, og sum ST boðar frá, so verður arbeitt fram móti hesum málum til 2030, tá ið vit skulu hava ein meira fevnandi og rættvísan heim fyri fólk, ið bera brek, sigur Tóra við Keldu og heldur fram.
- Um støðan hjá teimum, ið bera brek vóru nóg góðar, so var jú eingin orsøk at varpa ljós á manglandi rættindi, rættvísi ella javnrættindi. Neyvan var heldur tørvur á einum slíkum degi at gera vart við manglar.
- Torført er tí eisini stutt at siga, hvør støðan hjá teimum, ið bera brek í Føroyum er. MBF hevur seinastu 35 árini arbeitt miðvíst við at betra um støðuna, og sum heild er samfelagið meira fevnandi í dag, vit eru meira von við at síggja fólk, ið bera brek okkara millum og fleiri møguleikar eru fyri at vera virkin á ymiskan hátt og partur av samfelagnum.
- Tey 25 ymisku limafeløgini í MBF, sum øll í hvør sínum lagi gera eitt megnar arbeiði at peika á tørvir í samfelagnum, sum eiga at verða møttir, eru eitt gott dømi um, hvussu fjølbroytt og avbjóðandi brekøkið í veruleikanum er.
- Viðvíkjandi arbeiðinum hjá MBF, so varð í 2014 skuggafrágreiðingin løgd fram fyri ST nevndina í Genève, og seinni sama ár komu niðurstøðurnar úr ST. Hetta arbeiðið hevur havt stóran týdning fyri brekøkið, og hevur eisini havt eina tiltrongda hugburðsbroyting við sær - bæði í politisku skipanini, hjá embætisfólki og millum borgararnar.
- Eggjandi er at síggja, at alt fleiri taka ST sáttmálan, skuggafrágreiðingina og niðurstøðurnar, ið komu úr ST, í álvara og nýta tær í grundgevingum og arbeiði annars, sigur Tóra við Keldu.
Eru nøkur átrokandi mál, ið mugu loysast?
- Havi valt at vísa til fýra ítøkilig mál, sum eru átrokandi, sigur Tóra við Keldu.
- Samgongan eigur at gera eina brekpolitiska ætlan, ið skal fevna um øll sáttmálaøki, og sum skal hava ítøkilig mál, ið siga hvat skal gerast og nær tað skal gerast.
- MBF hevur seinastu tíðina lagt stóran dent á atkomu í breiðastu merking. Tí eiga atkomuviðurskifti um alt landið at koma í rættlag m.a. atkoma til útbúgving og likamlig atkoma.
- Støðan hjá fólki, ið eru tunghoyrd er álvarsom. Tá ið hugsað verður um tíðindi og sendingar annars í Kringvarpi Føroya, eru hesi púra skerd og kunnu als ikki fylgja við. Her eigur at verða skipað soleiðis fyri, at tíðindasendingar og aðrar føroyskar sendingum verða tekstaðar.
- Stórur tørvur er á fleiri tíðarhóskandi bústøðum, og nýggir og tíðarhóskandi bústaðir skulu útvegast við støði í tørvinum kring landið.
Hava nakrir batar verið at hóma síðsta árið?
- Batar eru alsamt at hóma, og við áhaldandi at gera vart við tørvir og avbjóðingar, so kunnu vit koma longri á fleiri økjum. Havi hug at vísa til trý ítøkilig mál, ið eisini eru batar, greiðir forkvinnan frá og heldur fram.
- Í Hoydølum eru tveir serflokkar innan autismuøki, á Kambsdali er serbreyt, og nú eru eisini serbreytir á Glasi og Tekniska skúla í Klaksvík. Hetta er eitt nýbrot í føroyskari skúlasøgu.
- Sertilboð er í Skúlanum á Fløtum , ið er skipað sum varandi skipan, og stig verða nú tikin til at skipa verandi serflokkar eftir sama leisti og skipa nýggjar serflokkar m.a. í Suðuroy og Vágunum.
- Sendingar, ið vóru teknmálstulkaðar dagin eftir tær vóru sendar í KVF, verða nú stroymaðar beinleiðis á netinum, so nú síggja fólk, ið hava tørv á teknmálstulki Dag og viku samstundis sum onnur.