Neyðugt at upplýsa um fiskiveiðiskipan

- Vinnan kann ikki broyta okkara fiskiveiðiskipan, um tað er hetta, sum skal til. Tí verður neyðugt við felags átøkum til tess at upplýsa um tey stig, sum eru tikin og verða tikin í okkara fiskiveiðiskipan, sigur Jóhan Páll Joensen

Boykott

Jóhan Páll Joensen, formaður í Føroya Arbeiðsgevarafelag, fiskaframleiðari og reiðari, er ikki ósamdur við landsstýrismannin í fiskivinnumálum, Jacob Vestergaard, um, at vinnan noyðist at taka stigið at upplýsa útlendskar keyparar um, at okkara fiskiveiðiskipan er burðardygg.
Men líka so samdur, sum hann er við landsstýrismannin um hetta, er hann eisini sannførdur um, at neyðugt verður við felags átøkum millum vinnu og myndugleikar um upplýsing.
- Trupulleikin er so mikið stórur, at eg trúgvi neyvan, at vinnan einsamøll megnar at loysa kreppuna við føroyskari hýsu á bretska marknaðinum, sigur hann.
Jóhan Páll Joensen er sum fiskaframleiðari og reiðari á línuskipum, er ein av teimum, sum hevur havt trupulleikarnar við hýsu á bretska marknaðinum tættast at kroppinum.
Hann ásannar, at hesir trupulleikar eru so mikið stórir, at eingin hýsa undan Føroyum yvirhøvur er virkað á hansara virkjum í farna ári.
- Í okkara framleiðslu roykja vit eitt nú hýsu, men eingin føroysk hýsa var í okkara framleiðslu í fjør, sigur hann.

Stór avbjóðing
Jóhan Páll Joensen heldur, at Føroyar standa fyri eini stórari avbjóðing, sum tað verður at fáa bretsku handilsketurnar at avblása sítt boykott móti føroyskari hýsu.
- Hetta klárar vinnan ikki einsamøll. Tí noyðast vinna og myndugleikar í felag at fara undir átøk, sum kunnu upplýsa bretsku handilsketurnar um, at okkara veiða er burðardygg.
Jóhan Páll Joensen vísir á, at eru tað krøv, sum hesar ketur seg mótvegis okkara fiskiveiðiskipan, kann vinnan ikki einsamøll loysa tey viðurskiftini.
- Tí verður neyðugt við felags átøkum millum vinnu og myndugleikar, leggur hann aftrat.