Formanskapurin í løgtingsins vísir í svarinum til løgmans upp á kæruna um Heðin Mortensen, at tað er neyðugt at stempla øll skjøl, landsstýrið vil halda í trúnaði, við einum trúnaðarstemplið, skulu tey haldast í trúnaði.
Formansskapurin vísir løgmanni á, at hann bæði í tinginum og í fjølmiðlunum hevur ført fram, at øll mál, sum verða løgd fyri uttanlandsnevdina eftir grein 54 í stýrisskipanarlógini, eiga at verða viðgjørd í trúnaði.
Men somuleiðis vísir formansskapurin løgmanni á, at fyri at hetta skal bera til, mugu øll tey skjøl, landsstýrið ikki vil hava almannakunngjørd í hesum samskifti, stemplast í trúnaði.
Formansskapurin sigur seg ásanna, at innihaldið í flest øllum málum, sum verða løgd fyri uttanlandsnevndina, eru mál, sum eiga at verða viðgjørd í trúnaði. Men hvørki reglur ella siðvenja eru fyri hesum, og tí er neyðugt við stemplinum.