Óneyðugt at skiljast upp á hetta

? Samgonguskjalið liggur á nógvum økjum innanfyri tað, sum javnaðarflokkuyrin kundi góðtikið, eisini á ríkisrættarliga økinum, sigur Jóannes Eidesgaard

Samgonguskjalið

? Samgonguskjalið, sum nú er gjørt ímillum fólkaflokkin, sjálvstýrisflokkin, tjóðveldisflokkin og miðflokkin, liggur á fleiri økjum, innanfyri tað, sum javnaðarflokkurin kundi góðtikið.
Jóannes Eidesgaard, formaður javnaðarfloksins, sigur, at tað er ikki samgonguskjalið, sum forðaði javnaðarflokkinum at vera við í eini breiðari samgongu, sum Anfinn Kallsberg ferð eftir ferð sigur, at hann hevur sóknat eftir.
? Við ávísum umskrivingum og poleringum, kundi javnaðarflokkurin góðtikið ein stóran part av samgonguskjalinum . Og vit mugu eisini staðfesta, at ein partur av samgonguskjalinum er meiri og minni skrivað av eftir valskránni hjá javnaðarflokkinum, eitt nú ætlaninar hjá samgonguni á eldraøkinum, heilsuøkinum, fiskivinnuøkinum og eisini hvat økismenning viðvíkur.
? Somuleiðis kunnu vit staðfesta, at eisini á ríkisrættarliga økinum, liggur samgonguskjalið innanfyri tað, sum javnaðarflokkurin stórt sæð kundi góðtikið.

Leysar orðingar
Hóast javnaðarflokkurin kundi tikið við stórum pørtum av samgonguskjalinum, leggur formaðurin dent á, at nógvar orðingar eru so leysar, at tað ber ikki til at fáa at vita, hvat liggur aftanfyri.
Fyri suðuroyingar hevur tað áhuga, at tunnilin ímillum Øravík og Hov er ikki nevndur, men nýggjur studentaskúli í Havn er nevndur. Samferðsluhavn á Tvøroyri er ikki nevnd, men nýggur tekniskur skúli í Havn er nevndur, samstundis sum hølistrupulleikarnir hjá HT útbyggingini í Klaksvík verða umrøddar.
?Men, hvat merkir tað, at landbúnaðarpolitikkurin skal endurskoðast? er tað sama privatiseringsætlan, sum hevur verið frammi?
? Hvat merkir tað, at kommunulæknaskipanin skal endurnýggjast við atliti at læknatrotið?
? Og hvat merkir tað at arbeiðast skal fyri at gera eina skipan, sum kann loysa trætur á arbeiðsmarknaðinum so skjótt, tær koma í. Merkir tað, at okkurt slag av arbeiðsrætti skal skipast, spyr javnaðarflokkurin.
Hann spyr eisini, hvat tað er fyri ein eftirlønarskipan, sum ætlanin er at seta í verk? er tað tann ósolidariska skipan, sum arbeitt hevur verið við? Samstundis tykist um um ætlanin er at sleppa øllum almennum virksemi í oljuvinnuni.
Men hann leggur áherðslu á, at fyrrenn greiða er fingin á, hvat liggur aftanfyri tær leysu orðingarnar, ber ikki til at siga við vissu, í hvønn mun javnaðarflokkurin hevði kunnað tikið undir við samgonguskjalinum.

Snaring til høgru
Samstundis vísir formaður javnaðarfloksins, at eftir samgonguskjalinum, fara Føroyar at snara til høgru tey komandu árini, tí í samgonguskjalinum er eisini ein røð av borgarligum tiltøkum.
?Tosað verður nógv um privatiseringar og at selja almennar ognir til hægstbjóðandi og tað merkir væl, at tær eisini skulu bjóðast út uttanlands.
Samstundis skulu tænastur hjá Strandferðsluni bjóðast út.
? Harafturat má staðfestast korini hjá teimum tímaløntu vera valla tikin upp á tunguna í nýggja samgonguskjalinum.
Jóannes Eidesgaard sigur, at tað hóvar ikki javnaðarflokkinum at geva ov leysar teymar á hesum øki.
Og hann leggur eisini dent á, at øll ivamálini, sum eru í samgonguskjalinum, gera, at enn er ov tíðliga at siga, hvussu javnaðarflokkurin fer at fyrihalda sær í Løgtinginum.
?Men vit fara at føra ein konstruktivan andstøðupolitikk, har vit fara at geva samgonguni eitt munadygt mótspæl og har vit fara at taka undir við teimum málum, vit halda vera skilagóð, men har vit fara at átala, har ið tað gongur skeiva vegin, eftir okkara tykki, sigur Jóannes Eidesgaard.