Tað er ikki heilt vanligt, at stjórnir beinleiðis hava fundir við parlament í øðrum londum. Men í dag fer landsstýrið at hava ein kunnandi fund við danska fólkatingið um fullveldisætlanina.
Orsøkin til fundin í dag er sambært løgmanni og varaløgmanni, at danska pressan hevur givið fólkatingslimum eina heilt skeiva mynd av, hvat fullveldisætlanin inniber.
Bæði Anfinn Kallsberg og Høgni Hoydal leggja dent á, at talan er um ein kunnandi fund, ið er fyriskipaður fyri at sleppa undan misskiljing av fullveldismálinum í Danmark. Talan er ikki um, at landsstýrið nú dregur fólkatingið inn í ríkisrættarligu samráðingarnar, gera bæði løgmaður og varaløgmaður greitt.
Ímóti siðvenjuni
Sambandsflokkurin og Javnaðarflokkurin hava sent politisku flokkunum á fólkatingi skriv, har teir siga seg meta tað vera ímóti vanligari siðvenju, at landsstýrið skal hava kunnandi fund við fólkatingið.
Stóru føroysku andstøðuflokkarnir halda, at tað at tað rætta heldur hevði verið, at landsstýrið tosaði við donsku stjórnina, meðan løgtingið - har andstøðan eisini er umboðað - kunnaði fólkatingið.
Hendan tanka sigur Høgni Hoydal seg partvís skilja. Men hann leggur dent á, at tað á fundinum millum landsstýrið og fólkatingið bert er talan um kunnan.
? Tað hevði verið skeivt av landsstýrinum, um vit nú fóru at samráðast við fólkatingið. Men tað er ikki tað, vit ætla, sigur Høgni Hoydal. Hann vísir í sama sambandi á, at tað hevur stóran týdning, at fólkatingið verður væl og virðiliga kunnað um ríkisrættarligu samráðingarnar - eisini frá føroyskari síðu - og tí er einki skeivt í at halda kunnandi fundin, ið bert hevur til endamáls at upplýsa.
Nyrup dróg fólkatingið upp í leikin
Anfinn Kallsberg og Høgni Hoydal eru á einum máli um, at tað var skeivt av danska forsætisráðharranum, Poul Nyrup Rasmussen, at draga fólkatingið upp í fullveldismálið við einum aðalorðaskifti tá hol var sett á samráðingarnar. Teir vísa á, at samráðingarnar skulu vera millum millum landsstýrið og donsku stjórnina, og ikki ímíllum tingini.
Landsstýrið fer nú kortini undir samskifti við fólkatingið, tá tað fer at halda kunnadi fund seinnapartin í dag. Spurningurin til løgmann og varaløgman er tískil, um tað ikki eisini er skeivt av landsstýrinum at blanda stjórnina upp í málið.
Hvørki løgmaður ella Høgni Hoydal halda, at landsstýrið ger nakað skeivt í hesum føri. Teir vísa báðir á, at talan er um ein kunnandi fund og einki annað.
? Vit fara at kunna fólkatingslimirnar, so teir eisini síggja málið frá tí føroyska vinklinum, og ikki bert frá tí vinkli, ið hevur verið frammi í Danmark, sigur løgmaður og leggur afturat at kunning eftir hansara tykki altíð er nakað gott.
Lyfta aðalorðaskiftinum
Annfinn Kallsberg sigur seg vóna, at kunnandi fundurin við fólkatingið seinnapartin í dag fer at vera við til at lyfta aðalorðaskiftið á fólkatingi um fullveldismálið upp á eitt hægri støði.
? Málið er seinastu tíðina vent beint á høvdi í Danmark. Men eg vóni, at tað fer at eydnast okkum at greiða øllum fólkatingsumboðunum frá hvat samráðingarupplegg føroyinga veruliga inniheldur.
Løgmaður vísir á, at danska pressan seinastu tíðina hevur borið boð um, at tað, føroyingar ynskja, er, at danir framhaldandi skulu gjalda fyri føroyingar gjøgnum blokkstuðulin, somuleiðis sum gjaldið skal hækka. Hetta heldur hann vísir okkum, hvussu neyðugur kunnandi fundurin við fólkatingið er.
Føroysku umboðini á kunnandi fundinum á Christiansborg seinnapartin vera Anfinn Kallsberg, løgmaður, Høgni Hoydal, varaløgmaður, og Helena Dam á Neystabø, landsstýrismaður í almanna- og heilsumálum.